Onki úrslit

TÍN RØDD Á GLASI

Næmingaráð

Næmingaráð er fyri alt Glasir. Eitt virkið og sterkt næmingaráð skal syrgja fyri, at lestrartíðin á Glasi verður so góð, sum yvirhøvur gjørligt. Glasir er ein stórur skúli við nógvum eldsálum. Næmingaráðið arbeiðir fyri at fáa íkast frá so nógvum flokkum, næmingum og lærlingum, so at næmingademokratiið kann blóma her. Vit fáa mest ávirkan her á skúlanum, um vit standa saman og hava eitt sterkt næmingaráð, sum kann umboða okkum øll og verða ein virkin og sterk rødd í samstarvinum við lærarar, starvsfólk og leiðslu á Glasi.

Næmingaráðið hevur møguleika fyri at seta arbeiðsbólkar og -nevndir – eitt nú aktivitetsnevnd, trivnaðarnevnd og næmingaredaktión – sum kunnu skipa tilboð og tiltøk á skúanum – fyri okkum øll.

Soleiðis er næmingaráðið skipað 2023-24

Næmingaráðsformaður: Martin Debes HeldarskarðNæstformaður: Hanus Undir LeitinumSkrivari: Bjørg Brynhildardóttir EgholmKassameistari: Lív Vinjardsdóttir Magnussen

Næmingaráðið 2023-24

Limirnir í næmingaráðnum eru:

  • Theodor Mellemgaard, 23x, náttúrubreyt
  • Bjørg Brynhildardóttir Egholm, 22e, hugbreyt
  • Jóhanna Súnadóttir Pedersen, 22e, hugbreyt
  • Martin Debes Heldarskarð, 21j, búskaparbreyt
  • Lív Magnussen, 21j, búskaparbreyt
  • Hanus Undir Leitinum, 21n, búskaparbreyt
  • Fríði Fagraberg, elbreyt
  • Sólja Sigmundardóttir, klædnaatstøði
  • Trygvi Rasmussen, 23q, fyrireikingarbreyt

 

Val av næmingaráð og umboðan

Høvðusráðið telur níggju næmingar

Búskaparbreyt, hugbreyt og náttúrubreyt : 4 umboð
Valt eftir árgangi
·     Eitt umboð úr 1.s.
·     Eitt umboð úr 2.s.
·     Tvey umboð úr 3.s.

Fyrireikingarbreyt, serbreyt og FHS : 1 umboð
·      Eitt umboð frá FB, serbreyt og FHS.

Skapandi (klædnaatstøði, hárbreyt og tilvirkisatstøði): 1 umboð
·      Eitt umboð frá skapandi.

Teknisk (elbreyt, bilbreyt, timburbreyt, metallbreyt): 1 umboð
·     Eitt umboð verður valt hálva hvørt ár.
·     Við ársbyrjan er tekniskaøkið við í heildaratkvøðuni. Eftir hálvt ár, hava tey í tekniska økinum innanhýsis atkvøðu. Hendan atkvøðuavgreiðslan verður hildin mánadagin triðju viku í januar.

Síðani verður eitt umboð valt soleiðis, at tað umboðið, ið hevur flestar atkvøður, aftaná øll tey omanfyri eru vald, verður valt til næmingaráðið. Her verður tikið atlit til kynsbýti: 1 umboð

Næmingaráðið hevur rætt at velja tað síðsta umboðið, sum heldur beinleiðis fram uttan atkvøðu: 1 umboð

*Øll kunnu atkvøða fyri øllum, uttan mun til árgang og breyt/deild. Ein á skapandi økinum kann atkvøða fyri einum á serbreyt, ein á hugbreyt kann atkvøða fyri einum á FHS o.s.fr. Tá ið atkvøðurnar verða taldar, verða breytirnar uppbýttar.

Tað nýggja næmingaráðið

Valið skal vera ta síðstu heilu vikuna í september. Tað vil siga, at frá fyrsta skúla­degi til dagin áðrenn valið ber til at venda sær til næmingaráðið fyri at skriva seg upp. Hetta verður gjørt við at skriva til nr@glasir.fo. Valið í 2022 verður hildið fríggjadagin 16/9 í 1. blokki, har øll umboðini hava møguleika at bera fram sín boðskap. Eftir hetta verður eitt skjal við næmingunum, ið hava stillað upp, útflýggjað á alnetinum, har allir næmingar á Glasi kunnu atkvøða. Atkvøðurnar verða taldar saman uml. kl. 13.00 og úrslitið verður kunngjørt stutt eftir. Eftir hetta verða umboðini frá nýggja næmingaráðnum samlað til fund, har avgreitt verður, hvussu nevndin skal skipa seg.

Næmingaráðið skal hava:

–     Forkvinnu/formann,
–     Næstforkvinnu/næstformann,
–     Skrivara,
–     Kassameistara
–     Nevndarlimir.

Eykalimir

–      Valdømini, sum ikki fingu nóg nógvar atkvøður at sleppa í ráðið, eru eykalimir.

Floksumboð

–      Allir flokkar/deildir skulu hava hvør sítt deildar/flokks- umboð

 

Starvsskipan og fíggjarviðurskifti

Fíggjarviðurskifti

–      Formaðurin og kassameistarin umsita næmingaráðskontuna.
–      Hvønn ársfjórðing skal kassameistarin upplýsa fíggjarstøðuna hjá næm­ingaráðnum.
–      Alt yvirskotið hjá kantinuni skal nýtast til tiltøk hjá næmingaráðnum.

Starvsskipan

  • Innkalling:
    • Formaður ella næstformaður kalla inn, ella ein meiriluti í næminga­ráðnum, um hann ynskir tað.
  • Skrá:
    • Tann, ið kallar til fund, setir eina fundarskrá
    • Skráin skal hava eitt punkt, ið eitur ymiskt.
  • Fundarhald:
    • Fundur skal vera aðruhvørju viku ella eftir tørvi.
    • Tá ið næmingaráðið verður sett, skal tað velja ein ávísan dag, sum tað ynskir at møtast.
  • Viðtøkur
    • 2/3 skulu vera møttir, fyri at viðtøkurnar skulu samtykkjast.
    • Øll eru líkastillað, tá ið viðtøkur skulu samtykkjast.
    • Meirilutin vinnur
      • Stendur á jøvnum, er atkvøðan hjá forkvinnuni/formanninum avgerandi.
  • Siðvenjur
    • Gerðabók
    • Fundarfrágreiðing
      • Skrivarin skrivar fundarfrágreiðing eftir hvønn fund.
    • Javnstøða í næmingaráðnum
    • Breið umboðan í næmingaráðnum
    • Samanhangandi næmingaráðsarbeiði
      • Fráfarandi næmingaráð skal gera eina ársfrágreiðing, tá ið árið kemur at enda. Ársfrágreiðingin kann innihalda:
        • Hvat er eydnast væl og ikki,
        • Hvørji tiltøk, næmingaráðið hevur havt,
        • O.s.fr.