
Sum úrvalsíðkari og næmingur á miðnámi, ber til at søkja um umlagda undirvísing í samband við tín ítrótt. T.d. í samband við kappingar, venjingarlegur o.a. Tú kanst tó bert søkja um umlagda undirvísing á Glasi, um ÍSF hevur góðkent teg sum úrvalsíðkara, og sent tær ítøkiliga váttan.
Hevur ÍSF ikki góðkent teg sum úrvalsíðkara, ber til at lesa nærri og søkja umvegis hetta leinkið: Send umsókn.
Góðkendur úrvalsíðkari á miðnámi
Sum úrvalsíðkari á miðnámi ber til at samantvinna tín lesna við ítróttin. Hetta krevur tó at tú hevur tætt samband við skúlan um lestrarviðurskifti tíni, umframt at tú søkir um umlagda undirvísing hvørjaferð tú ert burtur.
Umsókn um umlagda undirvísing, kann verða játtað, treytað av:
- Tú møtir væl, tú letur allar uppgávur inn rættstundis (eisini meðan tú ert burtur), umframt at tú heldur lestrar- og skilhaldsreglur skúlans
- Tú søkir um umlagda undirvísing í góðari tíð, helst tvær vikur innan fráverutíðarskeiðið byrjar
- Tú hevur tætt samband við ÍSF vegleiðarar á Glasi, Rúnu Jakobsen og Hans Mikkelsen, og leggur lestrarætlan til rættis í samráð við teir
- Loysir avtalaðu uppgávurnar og arbeiðir miðvíst við skúlatingum á áleið 2 tímar um dagin
Mett verður í hvørjum einstøkum føri um tú lýkur omanfyristandandi treytir. Tú fært skrivlig boð frá skúlanum umvegis tín skúlateldupost, í seinasta lagi tvær vikur eftir vit hava móttikið umsóknina.
SØK UM UMLAGDA UNDIRVÍSING HER
OBS: Lýkur tú ikki treytirnar omanfyri, verður umsóknin ikki gingin á møti. Velur tú kortini at fara, verður tú skrásettur sum fráverandi.