
Ert tú næmingur ella lærlingur á Glasi, og umboðar tú Føroyar í altjóða kapping ella tiltaki innan ítrótt, list ella mentan, kanst tú søkja um umlagda undirvísing í tilsamans 10 skúladagar pr. skúlaár – hetta sambært “Rundskrivi um fráveru hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum” frá 27. oktobur 2016. Minst til at søkja um umlagda undirvísing hvørjaferð tú ert burtur.
Umsókn um umlagda undirvísing:
Umsókn um umlagda undirvísing er treytað av:
- Tú møtir væl og letur allar uppgávur inn (eisini tað, ið skal latast inn meðan tú ert burtur), og heldur lestrar- og skilhaldsreglur skúlans.
- Tú søkir í góðari tíð, helst tvær vikur innan fráverutíðarskeiðið byrjar.
- Í umsóknini, greiðir tú nærri frá tiltakinum, tú ert úttikin til og tínum leikluti at umboða Føroyar.
- Tú hevur tætt samband við skúlan um fráverutíðspunkt, og hvussu lesnaðurin ella lærutíðin verður umløgd.
Er talan um umlagda undirvísing tá próvtøka er:
Lærlingar á yrkisnámi: Set teg í samband við Ritvu E. Samuelsen sum skjótast.
Næmingar á miðnámi: Set teg í samband við tín lestrarvegleiðara sum skjótast.
Mett verður í hvørjum einstøkum føri, um tú sum næmingur ella lærlingur lýkur omanfyristandandi treytir. Tú fært skrivlig boð frá skúlanum umvegis tín skúlateldupost, í seinasta lagi tvær vikur eftir vit hava móttikið umsóknina.
OBS: Lýkur tú ikki treytirnar omanfyri, ella hevur tú verið burtur meira enn 10 dagar í sama skúlaári, verður umsóknin ikki gingin á møti. Velur tú kortini at fara, verður tú skrásettur sum fráverandi.