Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Ert tú næmingur ella lærlingur á Glasi og umboðar tú Føroyar í altjóða kapping ella tiltaki innan ítrótt, list ella mentan, kanst tú søkja um loyvda fráveru í tilsamans 10 skúladagar pr. skúlaár. Minst til at søkja um loyvda fráveru hvørjaferð tú ert burtur.
Umsókn um loyvda fráveru:
Umsókn um loyvda fráveru, kann verða játtað, treytað av:
- Tú møtir væl og letur allar uppgávur inn (eisini tað, ið skal latast inn meðan tú ert burtur), og heldur lestrar- og skilhaldsreglur skúlans
- Tú søkir í góðari tíð, helst tvær vikur innan fráverutíðarskeiðið byrjar
- Yrkisnám: Er talan um fráveru í sambandi við próvtøkutíðarskeið, set teg í samband við leiðandi lærara í viðkomandi faki sum skjótast
- Miðnám: Er talan um fráveru í samband við próvtøkutíðarskeið, set teg í samband við tín lestrarvegleiðara sum skjótast
- Í talgildu umsóknini, greiðir tú nærri frá tiltakinum, tú ert úttikin til, ella leiklutinum tú hevur viðvíkjandi at umboða Føroyar
- Tú hevur tætt samband við skúlan um fráverutíðspunkt og hvussu lesnaðurin/lærutíðin verður skipað
Mett verður í hvørjum einstøkum føri, um lærlingur lýkur omanfyristandandi treytir. Tú fært skrivlig boð frá skúlanum umvegis tín skúlateldupost, í seinasta lagi tvær vikur eftir vit hava móttikið umsóknina.
OBS: Lýkur tú ikki treytirnar ella hevur tú verið burtur meira enn 10 dagar í sama skúlaári, verður umsóknin ikki gingin á møti. Velur tú kortini at fara, verður tú skrásettur sum fráverandi.
– hetta sambært ‘Rundskrivi um fráveru hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum’ frá 27. oktobur 2016.