Sálarfrøði B, Mia & Karin

Eydna skal eitast at vera ein bjørt og einføld kensla. Kortini er tað torført at seta orð á júst, hvat eydna í roynd og veru er. Av somu orsøk verður hon av og á handfarin við einari ávísari “overbærenhed”/líkasælu – kenslan er einføld, íðan, hvat er so eftir at tosa um? Heilt nógv av sonnum! Tað er við eydnu, vit siga “ja” til lívið. Eydna upplivist bæði sum ein vissa um eitthvørt vælgerandi, sum eitt ljóst tónalag í sinninum og sum nakrar surrandi kenslur í kroppinum. Tað kann vera eitt ávíst ”sug” í búkinum eftir at hava fingið sítt dreymastarv. Ein sveimandi ella lívgandi varhugi í kroppinum. Møguleikarnir eru nógvir og upplivingin aldeilis individuel frá menniskja til menniskja. Hetta sæst aftur í kanningum, vit hava gjørt.

Kanning um eydnu

Tær seinastu vikurnar hava vit kannað breiða evnið “eydna” og í tí sambandi verið til ein hugleiðandi sjónleik á Tjóðpalli Føroya við heitinum “Kynstrið at vera eydnusamur”. Harumframt gjørdu vit eina detuktiva kanning á Glasi, har vit spurdu næmingar og lærarar, hvat eydna er eftir teirra tykki. Kanningahættirnir vóru fleiri í tali, tí vit mettu tað vera áhugavert at vita, um svarini varieraðu alt eftir, hvønn spyrjarahátt mann nýtti. Nøkur vórðu spurd á kamera, meðan tey flestu svaraðu einum spurnarblaði.

Vit høvdu eina ímynd av, at svarini fóru at vera øðrvísi alt eftir kyni, og um mann bleiv spurdur andlit til andlit ella online, har mann er 100% dulnevndur. Fordómarnir tóku útgangsstøði í, at bleiv mann filmaður á video, var tað meira sannlíkt, at svarini ikki fóru at vera serliga djúp og útdýpandi, t.v.s. heldur grunnskygd og ítøkilig. Stóð mann til at svara á pappír, mettu vit, at úrslitini fóru at vera djypri enn tey, sum blivu upptikin á video. Tað síðsta, ið var kanningin á netinum, hildu vit fór at vísa flest heimspekilig svar, ið tóku støði í tilveruni. Hesir fordómar fóru í høvuðsheitum kortini at vísa seg ikki at liva upp til úrslitini av kanningini.

Eydnan er: Pengar

Á videoupptøkunum, har 15 fólk blivu spurd, vóru øll svarini í ein ávísan mun eksistentiel. Nøkur svaraðu stutt og greitt, so sum “Lívið”, ímeðan ein genta svaraði, at eydnan er eitt “abstrakt hugtak” og leggur afturat, at tað er øgiliga ymiskt, hvat fólk leggja í, hvat tað ultimativa er, ið ger tey glað. Í kanningini, har fólk svaraðu á pappíri, vóru tey flestu av svarununum tvørturímóti meira materialistisk og ítøkilig.


Eitt, sum er áhugavert, er ymisleikin í svarunum í mun til kyn. Genturnar svaraðu nevniliga í størri mun meira djúpt, tvs. um tilveruna, at eydnan er eitt abstrakt hugtak o.s.fr., ímeðan dreingirnir generelt svaraðu meira materialistiskt; pengar, lotto, matur. Men tað er eisini hugtakandi at síggja, hvussu ymisk svarini gerast, tá man hyggur at lærarum. Ein mannfólkalærari svaraði til dømis, at eydnan er “at fiska uttan at fanga fisk”, ið er eitt munandi meira abstrakt svar enn hjá dreingjanæmingunum. Her sipar hann ivaleyst til sjálvu løtuna, at bara vera. Sambært hesum kann tað við vissu staðfestast, at dulnevndu svarini variera nógv ímillum ekistentiel og materialistisk svar. Eitt materalistisk svar, ið endurtók seg ofta í hesi kanning, var orðið “pengar”. Fleiri vilja vera við, at pengar er tað, ið fer at gera tey eydnusom, og svaraðu heili 6 persónar hetta í pappírskanningini. Tó vísa kanningar nakað heilt annað.

Ríkidømi samsvarar ikki við eydnu

Sambært greinini “Hvad er forbindelsen mellem rigdom og lykke”, ið stendur skrivað í Forskningsnyt, samsvara pengar lítið við eydnu. Tó skal tað gerast vart við, at kanningar hava víst á, at sera fátæk fólk eru minni eydnusom enn meginparturin. Men bara mann hevur hampiliga góð kor so sum atgongd til mat og bústað, sær tað ikki út til eftir øllum at døma, at ríkidømi er samsvarandi við eydnu. Eitt dømi um hetta kemur til sjóndar í Ted Talk’inum “Why Are We Happy”[1] hjá Dan Gilbert, professara á Harvard, har hann vísir á, at ein persónur, ið hevur vunnið í lotto, røkkur methøga gleði, men bert í eitt ávíst tíðarskeið. Tí aftaná eitt ár, eftir at dreymurin er vorðin til veruleika, er hendan lottogleði aftur á júst sama støði, sum persónurin var á áðrenn. Ein onnur kanning vísir, at ein persónur, sum er vorðin lamin frá lívinum og niður í samband við eitt óhapp, upp á sama máta eftir eitt ár verður á júst tí sama eydnustøðinum, sum viðkomandi var áðrenn óhappið hendi. Hetta merkir, at persónurin, ið vann í lotto og tann lamni persónurin eftir eitt ár eru líka eydnusamir.

Hvat er so eydna?

Hóast mong knýta pening og eydnu saman, vísir gransking, at peningur og eydna ikki hava so nógv við hvørt annað at gera.
Eydnan er, sum ein genta sannaði í sínum svari, abstrakt, men til tíðir eisini ítøkilig, alt eftir hvat sjónarhorn mann brúkar, og hvat mann samanber við. Tað var kveikjandi at lesa svarini hja teimum spurdu. Bæði stórt og smátt kann skapa eydnukensluna. Í sitatinum vit her i greinini hava fest í eina boks, sigur næmingur, at eydnan kann vera alt frá einum ókeypis pakka av nuggets í Burger King til at hava frí úr skúla.  Spurningarnir og svarini komu, áðrenn korona setti dagsskránna. Tískil hava vit tosað um, um hetta við at hava frí úr skúla eisini hevði givið eina kenslu av eydnu, nú vit øll hava verið við hús so leingi. Tí lítið er at ivast í, at flestu okkara upplivdu veruliga eydnu, nú vit øll sluppu aftur í skúla og at síggja hvønn annan andlit til andlit.

Hvat viðvíkur muninum millum svarini hjá gentunum og dreingjunum, so er tað áhugavert, at tað var ein sjónligur munur hvat gentur og dreingir mettu eydnuna vera, og tí kann mann seta spurning við, um talan er um ein lívfrøðiligan faktor, ið ávirkar hvat ger okkum eydnusom. Kanska er eydnan bert eitt mál, ið mann strembar eftir alt lívið, og sum broytist við aldrinum sum eitt úrslit av lívsroyndum, tí eyðsæð er, at eydnan er umráðandi fyri lívsdygd okkara.

[1] https://www.ted.com/talks/dan_gilbert_the_surprising_science_of_happiness