Grein eftir Anju Petersen og Vilbjørg Hvidbro (sálarfrøði B)
Menniskju hava ofta nógv idealir, sum tey meta skulu til fyri at geva teimum eydnuna. Ger tað okkum eydnusom, at vit vinna í lotto ella hava vit bara romantisera tankan um at eiga nógvar pengar. Spurningurin er, vita vit yvirhøvur hvat eydnan er? Tað, at tað finnast so nógv idealir knýtt at eydnu, kann verða við til at okkara fatan av eydnu verður til nakað óítøkiligt. Tað vil siga, at tað í dag er lættari at gerast eydnusamur, tí tað fevnir um so nógv, í mun til fyrr har man ikki hugsaði so nógv um eydnuna, men heldur um at yvirliva.
Vit kunnu ikki lýsa eydnuna á ein ávísan hátt, tí eydnan er ymisk frá persóni til persón.
Sigmund Freud definerar eydnuna, sum mest møguligt njótilsi, og minst møgulig pína. Also, eydnan er ein løta við njótilsi í tí ávísu løtuni. Í ástøðinum hjá Sencas, verður eydnan eisini definerað sum: ”Eydna kemur ofta av at vísa smálutum uppmerksemi, óeydna kemur av vanrøkt av teimum smáu lutunum!”.
Neurologiskt, pástendur Rafael Euba, granskari, at tað ikki er nakað kemiskt evni, sum kann geva menniskjum eydnuna. Kemisk evnir kunnu broyta sinnið (sum til tíðir er gott), men av tí at eydna ikki kann setast í samband við eitt ávíst heilamynstur, so ber tað ikki til at endurskapa eydnuna kemiskt.
Gitte Moos sigur, at eydnan er rein kemi. Hon meinar, at vit hava eitt eydnusentur í einum parti av heilanum, sum eitur ventral-striatum, og at varandi nøgdsemi finst ymsastaðni í heilanum, millum annað í pannulappunum, har sum kenslunar av viðurkenning sita.
Vit hava í dag eina tablett, vit kalla “Eydnutablett”, sum er ein anti-depressiv tablett, sum inniheldur serotonin. Tað er eitt evni, sum bøtir um samskifti millum nervakyknur. Tá ein er tunglyntur, so meina granskarar, at heilin pumpar ov nógv serotonin aftur. Tað vil siga, at hann ikki fær nóg nógv serotonin. Serotonin hevur ávirkan á angist, øsing og huglag (noradrenalin og dopamin). Men ger hendan tablettin okkum eydnusom? Ella hvat ger okkum eydnusom? Og snýr eydnan seg um at verða eydnusamur alla tíðina?
Vit gjørdu eina kanning á Glasi, har spurt var, hvat eydna er? Vit gjørdu okkum hypotesir, áðrenn spurt var, og væntaðu at dreingir svaraðu meira stutt og greitt, nevndu meira ítøkilig ting, og virðir, ið sýntist meira maskulin , so sum at hava sjálvsálit og at vera ambitiøsur. Samstundis væntaðu vit at gentur høvdu meira feminin virðir, so sum kenslur og familja. Tá tað kom til breytirnar, væntaðu vit, at næmingar á náttúrubreyt høvdu meira maskulin virðir og á hugbreyt meira feminin virðir.
Vit gjørdu eina kvantitativa kanning bæði við spurnarbløðum í pappírformi, spurnarkanning á alnótini og við samrøðum, har vit tóku film av teimum, vit tosaðu við.
Í spurnarkanningunum spurdu vit um millum annað kyn, aldur, breyt og árgang, fyri at kunna flokka svørini í ymiskar bólkar. Hettar gjørdu vit fyri at síggja, um tað var munur á ávikavist gentum og dreingjum í mun til aldur og breytir.
Vit hava valt at leggja størstan dent á munin á gentum og dreingjum, hvørjari breyt tey vóru á, og um tey høvdu feminin, maskulin ella blandað virðir í mun til eydnu. Vit hava bara tikið úrslitini frá spurnablaðskanningini í pappírformi.
Sum vit síggja í kanningini, so er okkara hypotesa um munin á gentum og dreingjum, har drongir ofta hava meira maskulin virðir og gentur meira feminin virðir, sonn.
Fatanin av hvat eydnan er sera individuell. Tað hava vit funnið útav við okkara kanning, har summi siga, ”bara man hevur tað gott”, ”at mín familja hevur tað gott”, ”at man er væl fyri fíggjarliga” og ”at koma nærri gudi”.
Onki svar er meira rætt enn eitt annað, men man kann bólka svørini í meira maskulin virðir og meira feminin virðir. Hettar gjørdu vit (sum sagt) fyri at finna útav, um tað passaði at menn høvdu meira maskulin virðir, og kvinnur meira feminin virðir. Hendan hypotesan passaði. Tí hóast vit eru vorðið eitt meira javnt samfelag, har menn tora at útrykkja meira kenslur og kvinnur eru meira og meira úti á arbeiðsmarknaðinum og vinna sín egna pening, so er tað enn munur á virðunum hjá kynunum.
Hóast bæði gransking, ástøði og einstaklingar eru á ymsum máli um, hvat eydnan er, so tykist tað tó ganga aftur, at eydnan er ikki at verða glaður alla tíðina. Og at fáa eitt eydnusamt lív er ikki tað sama sum ongantíð at uppliva mótgang. Eydnusemi er ikki ein støðug, men ein skiftandi kensla, ið kann røkkast á alskyns hátt.
Anja Petersen og Vilbjørg Hvidbro