Boliviahjálpin  hevur 25 ár á baki. Verkætlanin hevur til endamáls at savna pening inn til tekniska skúlan TAEPO í Boliiva. Hendan ‘foroyska’ verkætlanin hevur verið rótfest á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, og nú hesin skúli er vorðin partur av samanlagda skúlanum Glasir heldur verkætlanin fram á Glasi. Her á heimasíðuni hevur Boliviahjálpin sína egnu síðu, sum liggur undir teiginum ‘Næmingar’ í valmyndini (menuini) í vinstra borði. Her kanst tú lesa meira um verkætlanina, síggja frágreiðingar og myndir – og leinki til Facebook-vangan hjá Boliviahjálpini. Síðan sæst her.

Í apríl 2017 fingu nakrir næmingar og lærarar við tilknýti til Boliviahjálpina endiliga møguleikan fyri at fara til Bolivia. Vit vóru við, tá ið tey um páskirnar hátíðarhildu, at 25 ár vóru liðin, síðani skúlin TAEPO varð stovnaður fyri pengar, sum føroyskur skúlaungdómur hevði savnað inn. Við á ferðini vóru eisini næmingar frá miðlakunnleika, sum tóku film og myndir, ið skulu nýtast til at kunna meira um verkætlanina.

Til hátíðarløtuna fingu vit høvi at handa skúla og næmingum tað, sum varð keypt fyri teir pengarnar, ið komu inn á innsavningardegnum 7. februar í ár. Upphæddin var 110.000 kr – nakað minni enn hini árini.

Fyri pengarnar varð keypt: Madrassur til dreingjakostdeildina,  ymiskar maskinur til verkstøðini, umframt tilfar (serliga toy, tráður o.a. til seymiverkstaðin og træ til timburverkstaðin). Haraftrat fingu 10 næmingar ein ryggsekk við ymiskum tilfari til skúlagongdina.

Eisini hevði ferðalagið ymiskar gávur við: myndabøkur, stokkar, høvlar, pennar og bóltar. Serliga bóltarnar og myndabøkurnar vóru tey ovurfegin um.