Næmingafaldari 2021-22

Hent at vita hjá nýggjum næmingum og & lærlingum við skúlaársbyrjan 2021

EIN NÝGGJ BYRJAN …

Ein spennandi tíð stendur fyri framman, har tit sum næmingar og lærlingar – og sum menniskju – skulu menna tykkum, vaksa og víðka sjónarringin. Tað krevur tøk at mennast fakliga og sosialt, og tað krevur sítt at tora at loysa seg frá fordómum og síðani at byggjast upp av nýggjum. Nú, tit fara undir nýggjan part av tykkara útbúgvingarleið, mugu tit leggja orku í skúlaarbeiðið og fyrireika tykkum væl til undirvísingina. Undirvísingin verður góð og mennandi, tá tit sjálvi eru virkin í tímunum og geva tykkara íkast til mennandi kjak.

Á Glasi hava vit sett okkum fyri at skapa eitt læringsumhvørvi, sum er framúr. Onga aðrastaðni í landinum eru so nógv vælútbúgvin starvsfólk og so nógvir næmingar, sum nema sær útbúgving savnað á einum stað. Her eru útbúgvingar og lærugreinar innan náttúruvísind, samfelagsvísind, hugvísind, handilsskap, alskyns handverk og yrki, skapandi lærurgreinar og listalærugreinar. Her rúma vit øllum, sum ynskja at læra og nema sær útbúgving. Ymiskleikin og fjøltáttaða fjøldin av næmingum, lærlingum, lesandi, lærarum og starvsfólkum er eitt eyðkenni fyri Glasir – eitt eyðkenni, sum kann stimbra nýhugsan, kreativiteti, nýggjari vitan, eini opnari og rúmligari kjakmentan, og sanniliga eisini góðum samanhaldi har øll telja við.

Roynið at fáa sum mest burturúr. Gagnnýtið tilboðini, tykkum stendur í boði, eitt nú við at møta á lektiucafé, fara uppí næmingaráðsarbeiði og at møta til tiltøk á bókasavninum og skúlanum annars. At læra og virka saman mennir bæði góðan felagsskap, sjálvstøðuga hugsan og tilvitsku um hvat er rætt og hvat er skeivt.

Tá tit fara av Glasi sum floygdar pisur ella útbúnir sveinar er okkara ynski, at tit, við grund í góðum virðum, sjálvstøðugari hugsan, fakligari vitan og kritiskum medviti, hava hegni og hepni at seta røttu kósina í lívi tykkara

Á Glasi vilja vit, at tit mennast bæði fakliga, persónliga og intellektuelt. Hetta krevur stórt arbeiði av tykkum. Tit skulu tó vita, at tit ikki standa einsamøll í hesum arbeiði. Øll vit, sum starvast her á Glasi, eru her fyri at stuðla tykkum í at fullføra útbúgving tykkara og røkka settum málum.