Í viku 44 verður átak á flest øllum skúlum í Føroyum, ið kallast “Nærveruvika”. Vit verða partur av hesum átaki, ið stuðlar væl undir okkara virðisgrundarlag, sum er at taka ábyrgd, røkja góða felagsskapin og skapa trivnað.
Hetta átak snýr seg um at minka um dagligu skíggjanýtsluna, leggja telefonina til viks og ístaðin raðfesta felagsskapin og samveruna.
Samansjóðing og hugni
Hetta leggur upp til, at fríkorterini og døgurðasteðgir, eins og fríblokkar, kunnu nýtast til spøl og aðra samansjóðing/hugna.
Hava tit borðspøl, kort o.a. liggjandi heima, ið tit hugsa rigga til hesa vikuna, so er at taka tey við í skúla. Møguleiki verður eisini at læna spøl frá Næmingatænastuni á 4. hædd.
Harumframt er møguligt at nýta hallirnar, bókasavnið og felagsøkini til ymiskar aktivitetir. Sí skrá niðanfyri.

Latið telefonina liggja
Í viku 44 eru okkara Læring og trivnaður leiðreglur galdandi eins og allar aðrar dagar, at telefonir verða lagdar í skápið og telduskíggjarnir latnir aftur, tá tímin byrjar.
Í fríkorterinum og matarsteðginum mæla vit til at lata telefonina liggja í telefonskápinum, taskuni ella lummanum og bert nýta hana, tá tørvur er á henni, t.d. at gjalda í kantinuni við og kekka Tímaglasið.
Lat okkum øll í felag taka hesi avbjóðing og gera vikuna góða og minningarríka við skilagóðari telefonnýtslu.