Aftur í ár varð skipað fyri innsavning á Glasi til TAEPO-skúlan í tí lítlu indianarabygdini Cochis í Bolivia. Til innsavningina, tann 14. februar, komu tilsamans 46.411 kr inn.

Dagurin í ár var skipaður við tiltøkum og konsertum í Atrium. Eisini var loppumarknaður, vaflusøla og lutaseðlasøla. Sera nógv klæðir komu inn til loppumarknaðin, og nógvar vaflur vórðu seldar.

Bolivianevndin gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa vinningar til lutaseðlasøluna. Teir nógvu vinningarnir vísa eisini, at nógv virkir, stovnar og einstaklingar fegin vilja stuðla verkætlanini.  

Eins og undafarin ár hava vit fingið ein ynskilista frá samskiparanum í skúlanum í Bolivia, María Luisa Berrios Caballero, har umboð fyri skúlan lýsa tørvin og biðja um fíggjarligan stuðul. Tað, sum tey raðfesta í ár, er tilfar og amboð til bildeildina, eldeildina, maskindeildina og timburdeildina.

Tey eru ógvuliga fegin um stuðulin og takka so hjartaliga.