NÆMINGATÆNASTAN
Á Næmingatænastuni á Glasi starvast lestrarvegleiðarar, orðblindalærarar, audiologopedar, sálarfrøðingar og bókavørðir.
Næmingatænastan arbeiðir fyri at tryggja, at næmingar, lærlingar og lesandi á Glasi fáa tann serfakliga stuðul, ta vegleiðing og hjálp, sum teimum tørvar, fyri at gjøgnumføra útbúgvingina og at útbúgvingartíðin á Glasi verður so góð sum yvirhøvur gjørligt.
Næmingatænastan hjálpir eisini við praktiskum spurningum og við at styrkja fakligu og sosialu menningina hjá næmingunum.
Vit á næmingatænastuni hava tagnarskyldu. Hetta merkir, at næmingar, lærlingar og lesandi trygt kunnu venda sær til okkara, og at tey sjálvi gera av, hvør fær innlit í tey evni, tey venda sær til okkara við.
Hjartaliga vælkomin inn á gólvið hjá Næmingatænastuni.
Lestrarvegleiðingin, lesi- og skrivitænastan og sálarfrøðitænastan eru at hitta á 4. hædd í hølum 410 og 411. Bókasavnið er á 2. hædd.
Leiðari fyri Næmingatænastuna er Annie Fjallsá, anf@glasir.fo, tlf. 211825