Bókasavnið

Bókasavnið á Glasi á 2. hædd. Bókasavnið veitir næmingum og lærarum tilfar og hjálp við at leita eftir tilfari til uppgávur, knýttar at undirvísingini.

Týsdagar, mikudagar og hósdagar millum kl. 15:30 og 16:30 er lektiukafé á økinum við bókasavnið

  • Vanligar upplatingartíðir, skúlaárið 2020-2021

     

     

  • Bøkur til láns

    Bøkurnar eru skrásettar í forritinum Aleph. Vit hava 10-talsskipanina, so at allar bøkur hava eitt nummar frá 0 til 100. Tó eru fagrar bókmentir bert merktar fb.

  • Filmar og annað tilfar

    Filmar
    Vit hava filmar á VHS og DVD. Spælifilmar eru skipaðir eftir máli: enskt, týskt, franskt, spanskt, danskt og norðurlendskt. Tað ber eisini til at leita í skrásetingini Moviemanager eftir evni t.d. rasima og kríggj.

    Greinir og ummæli
    Bókasavnið hevur útklipp úr føroyskum og donskum dagbløðum um bókmentir, tónleik, list og onnur evni. Bókavørðurin hevur “greinasavnið” í telduni hjá sær.

    Leita eftir tilfari
    Í høgra borðið her á síðuni eru tveir knøttar.
    Fyrri knøtturin – “Leita á landsbókasavninum” – leiðir teg til síðu, har tú kanst leita í øllum tí, sum finst á føroyskum bókasøvnum – ein tænasta undir Landsbókasavninum.
    Seinni knøtturin – Leita á ebi.fo – leiðir teg til Elektroniskar Bókasavnstænastur á Interneti – EBI

  • Bókin hendan mánaðan

    Gott nýggjár og takk fyri tað farna.

    Síðan vit sóust, er mangt spennandi komið út, og á bókasavninum fara vit aftur at skipa fyri tiltakinum “Bókin henda mánaðin”. Tað inniber, at tú kanst melda teg til at ummæla eina bók fyri tínum skúlafeløgum, t.d. ungdómsbókina Rimarúmið, sum kom út fyri jól. Ella hevur tú kanska okkurt annað spennandi, sum tú hevur lisið á jólum?

    Melda teg til við at skriva til pag@glasir.fo

  • Tiltøk á bókasavninum