Logopedi

Logopedi er læran um diagnostisering og viðgerð av mál-, talu- og lesitrupulleikum. Logopediska tænastan á Glasi fæst m.a. við at kanna lesi- og skriviførleikar hjá nýggjum næmingum við ársbyrjan og at veita næmingum hjálp og vegleiðing, so læringin og skúlagongdin verður so lítið darvað av eitt nú orðblindni.

Logopediin heldur til í høli 410.