Sálarfrøðitænastan
Á Glasi eru tveir sálarfrøðingar: Rigmor N. Arge og Hansina Jacobsen.
Næmingur, sum kennir seg hava tørv at tosa við sálarfrøðingin, skal venda sær til lestrarvegleiðaran, sum er knýttur at flokkinum, næmingurin gongur í.
Mannagongd, tá sálarfrøðitænastan skal nýtast
- Næmingar seta seg í samband við lestrarvegleiðaran, ið setur seg í samband við sálarfrøðingin, so fær næmingurin uppskot um tíð frá sálarfrøðingi
- Lærarar, sum vilja hjálpa næmingi við at fáa tíð hjá sálarfrøðitænastuni, skulu eisini venda sær til lestrarvegleiðingina
- Er næmingurin undir 18 ár, setur lestrarvegleiðarin seg fyrst í samband við foreldur/verjar at næminginum.
Sálarfrøðitænastan heldur til í høli 410 á Glasi og er ókeypis.