Til prógvhandan og serligar løtur er siðvenja at brúka træið í Atrium á Glasi til myndatøka.

Í fjør gjørdist træið í Atrium illa fyri og doyði. Men nú er nýtt træ komið ístaðin fyri hetta.

Heini Joensen og Sámal Ravnsfjall frá Vøxtur vóru í farnu viku og settu nýggja træið niður.

Hetta er eitt yngri og minni træ enn tað, sum hevur staðið har í nøkur ár. Men vit fegnast um, at okkara ímynd, træið, aftur er í Atrium. Sambært norrønu fornsøguni, so var Glasir ein viðarlund ella eitt træ uttanfyri Valhøll, sum var vakrast millum gudar og menn.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá gróðursetingini.