Hósdagin 29. november bjóða vit øllum starvsfólkum, næmingum og vinfólkum, foreldrum og avvarandi teirra til opið hús á Glasi. Tit kunnu síggja bygningin og tað, sum næmingarnir í ymsu lærugreinunum innan list og skapan arbeiða við og hava framleitt. Fakini, sum eru við, eru:

Klædnaatstøði
Hár
Tilvirkan
Miðlakunnleiki
Leiklist
Foto
Myndlist
Tónleikur
Tónleikatøkni
Serbreytin

Tiltakið er frá kl. 16 til 20
Á skránni eru framførslur, framsýningar, filmssýningar, smærri verkstovur, tónleikur – og so verður høvi at síggja bygningin, keypa okkurt ábit – og at keypa jólaprýði, sum tey á serbreytini hava gjørt.