Piranesi eitur bókin henda mánaðin, sum Kristina í 23b hevði valt og legði fram á tiltaki á bókasavninum fríggjadagin 12. januar.
Kristina segði millum annað, at bókin er serstøk og øðrvísi og er ein av bestu bókunum, hon hevur lisið. Hon legði dent á, at hon ikki kundi siga alt ov nógv um hana, tí tað vildi oyðilagt lesiupplivingina.
Bókin er ein labyrintur, sum lesarin saman við høvuðspersóninum verður kastaður inn í, har loynidómar spakuliga verða avdúkaðir. Bókin má bara lesast!
Susanna Clarke hevur skrivað bókina, sum kom út í Stórabretlandi í 2020. Hon hevur fingið sera góð ummæli og hevur verið innstillað til feiri virðislønir. Bókin vann Women’s Prize for Fiction í 2021.
Hon fæst til láns á bókasavninum á Glasi.
GG! Vilt tú velja bókina næsta mánað, so skriva til pag@glasir.fo