Farið verður nú undir eitt nýtt útbúgvingartilboð til teirra, sum hava tikið eina stutta framhaldsútbúgving í Føroyum ella uttanlands.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum er virkandi landsstýrismaður í mentamálum, hevur givið Glasi loyvi at fara undir eina professionsbachelor útbúgving innan innovatión og íverksetan við tí endamáli at stuðla menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívið og framhaldandi at stimbra íverksetaramentanina í Føroyum. Hetta er liður í politikkinum hjá samgonguni at fjøltátta møguleikarnar at taka útbúgvingar í Føroyum.

Talan er um ein yvirbygning til stuttar framhaldsútbúgvingar, so sum marknaðarførslubúskap, fíggjarbúskap, framleiðslutøkning, og byggitøkning, sum í løtuni kunnu takast á Glasi. Aðrar stuttar framhaldsútbúgvingar geva tó eisini atgongd til hesa nýggju útbúgving. Hetta er sostatt enn ein møguleiki hjá ungum at støðast her á landi.

Útbúgvingin er skipað í samstarvi við CPH Business (Copenhagen Business Academy). Ætlanin er harumframt at samstarva við verandi íverksetaravirksemi í Føroyum.

Útbúgvingin tekur 1½ ár íroknað starvsvenjing.

Fyrsti flokkur verður tikin inn á sumri 2019, og umsóknarfreistin er 1. juni. Ætlanin er at taka næmingar inn á hesa útbúgving annaðhvørt ár.

Meira kunning um útbúgvingina fæst við at venda sær til Glasir.
Ole Gram-Olesen, Bogi Bech Jensen, Rektarar á CPH Business og Glasi, hava undirskrivað samstarvsavtalu millum stovnarnar, sum umfatar Marknaðarførslubúskap, Fíggjarbúskap, Tænastubúskap og PBA í Innovatión og íverksetan.