Á myndini eru Jeanette Lassen, Eir Martinsdóttir Berg, Arosiak Hammer, Beinta Fagraklett, Sveinur Øssur Skaalum Petersen, Turið Gaard Hansen, jákup Vatnhamar Olsen, Pól Jóhannus Smith Jensen og Sólrún Haraldsdóttir. Sóley Kerlok manglar á myndini
Fríggjadagin 17. februar fingu 10 lesandi, á Hægri Námi á Glasi handað prógv, sum professiónsbachelor í Innovatión og Íverksetan.
Una Joensen, rektari handaði prógvini á samkomu á Glasi. Harafturat fingu fýra lesandi handa heiðursløn, fyri framúr gott avrik. Heiðurslønin var eitt ur frá Faroe Time, sum Kemilux, Bovling í Leirvík og Ocean Rainforest hava latið.
Joel undir Leitinum, nevndarformaður í Globe Tracker, sum var kosin ársins íverkseti í 2022, helt røðu fyri teimum lesandi. Hann vísti á alstóra týdningin, av at hugsa innovativt í føroyska vinnulívinum.
Fleiri av teimum lesandi hava fingið leiðandi størv í fyritøkunum, sum tey samstarvaðust við, í sambandi við endaligu uppgávuna.
Glasir Hægri Nám skipar útbúgvingina í tøttum samstarvið við Copenhagen Business Academy og føroysku vinnuna. Nýggjur flokkur verður tikin upp í summar, at byrja í august.