19. juni var hátíðarløta á Hægri Námi á Glasi fyri lesandi, ið hava lokið Diplomútbúgving í leiðslu og Akademiútbúgving í 2025.
Una Joensen, rektari á Glasi, helt røðu og handaði prógv. Jákup Bech Jensen, undirvísari og samskipari, bar eisini heilsan til tey lesandi.
Hjartaliga til lukku øll somul við prógvinum.

Lesandi, sum fingu prógv fyri Diplomútbúgving í leiðslu. Frá vinstru: Bjørt í Grógv, Niels Juel Arge, Uni Holm Johannesen, Sólvit Nolsø, Birita Lamhauge Jóansdóttir, Margretha Kjærbæk og Jákup Bech Jensen, undirvísari og samskipari.

Lesandi, sum fingu prógv fyri Akademiútbúgving. Frá vinstru: Angilie J. Olsen, Børge Persson, Jákup Oluf á Lakjuni, Jenny A. í Heiðunum og Jákup Bech Jensen, undirvísari og samskipari. Eisini hesi hava lokið Akademiútbúgving: Súsanna Andreasen, Bill Mc.Leod Jacoben, Katrin Berg og Óluva Rosendal Gregersen.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá hátíðarløtuni.












