Kunning frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum um próvtøkur:

“Kunning um tillaging í próvtøkutíðarskeiðnum umframt vegleiðing í sambandi við ásetan av endaligum ársmetum á sumri 2020

Sum áður boðað frá er samlaða talið av próvtøkum á miðnámi lækkað munandi í summar vegna støðuna við Korona. Í lærugreinum, sum eru tiknar út til próvtøku, men har ongin próvtøka verður, verður ársmetið flutt til próvtal. Eisini er boðað frá, at allir næmingar á gymnasialu breytunum fara til próvtøku í skrivligum føroyskum, og at næmingar á fyrireikingarbreytini harumframt fara til próvtøku í munnligum føroyskum. Aðrar próvtøkur vera sambært raðfestingarlistanum, sum verður sendur skúlunum.

Seinasti undirvísingardagur hjá endaflokkunum er 15. mai. Henda dagin verða ársmetini og próvtøkuætlanin kunngjørd næmingunum á 3-ára breytunum. Sostatt skulu lærarar geva næmingunum í endaflokkunum á 3-ára breytunum ársmet og lata umsiting skúlans hesi ein av døgunum frammanundan 15. mai. Hesin dagur verður ásettur av leiðslu skúlans.

Næmingar í endaflokkunum á fyrireikingarbreytini og næmingar, sum eru stakgreinalesandi, skulu bert hava ársmet í teimum lærugreinum, sum ikki eru tiknar til próvtøku.  Próvtøkuætlanin hjá hesum næmingum verður kunngjørd næmingum og lærarum 1. mai, og ikki 15. mai, sum áður boðað frá. Seinasti undirvísingardagur er tó 15. mai.

Í fráboðanini frá landsstýrismanninum, sum varð send skúlunum 15. apríl varð víst á, at á fyrireikingarbreytini, har ársmet vanliga ikki verða givin, skal vera møguleiki at skipa fakliga einstaklinga samrøðu ímillum lærara og næming. Talan er um eina fakliga metingarsamrøðu, og endamálið við samrøðuni er at styrkja grundarlagið fyri endaliga ársmetinum. Fyri at geva rúm fyri hesum samrøðum, kann skúlin í serligum førum skipa fyri, at onkur av hesum verður hildin í tíðarskeiðnum beint aftaná seinasta undirvísingardag, og tá verða ársmetini á fyrireikingarbreytini ásett eftir hetta, og kunngjørd næmingunum ein dag, sum leiðsla skúlans ásetur. Hesin sami møguleiki eigur at verða nýttur, tá talan er um stakgreinalesandi eisini á yrkisútbúgvingunum.

Vegleiðing í sambandi við ásetan av ársmetum á sumri 2020

Í sambandi við ásetan av endaligum ársmetum hjá øllum næmingum er umráðandi at hava í huga serligu støðuna, sum vit eru í, men sum útgangsstøði eru somu karmar galdandi fyri ársmet í núverandi støðu, sum vanligt. Tað merkir, at ársmetið skal gevast við støði í galdandi lógarverki og námsætlanunum fyri einstøku lærugreinarnar.

Í hesi serligu støðuni er tó umráðandi at hava í huga, at næmingarnir í eitt longri tíðarskeið hava fingið neyðundirvísing. Hvør einstakur lærari skal tí, tá endaliga ársmetið verður givið, taka atlit at, at neyðundirvísingin møguliga ikki í sama mun gevur læraranum sama grundarlag at meta um fakliga støðið hjá hvørjum einstøkum næmingi, ikki minst í munnliga partinum av lærugreinini. Tí er neyðugt at hava fakligu avrik næmingsins frá vanligu undirvísingini, áðrenn neyðundirvísingin byrjaði, við í metingini, tá endaliga ársmetið verður givið.

Serligar avbjóðingar í lærugreinum við royndarvirksemi

Orsakað av núverandi støðu eru serligar avbjóðingar í summum lærugreinum, tá endaliga ársmetið skal gevast. Í teimum lærugreinum, har royndarvirksemi av onkrum slagi er týðandi partur av lærugreinini, verður tað ein størri avbjóðing at geva endalig ársmet. Talan er eitt nú um náttúruvísindaligar lærugreinar, tøkniligar lærugreinar, listaligar lærugreinar og ítrótt. Næmingarnir hava í eitt longri tíðarskeið ikki havt høvi til at vísa fakliga støðið í hesum partinum av lærugreinini. Samstundis er og verður tað, orsakað av heilsuligum tilmælum, í nøkrum førum framvegis trupult at undirvísa við royndarvirksemi.

Í hesum førum kann verða neyðugt at strika partar av royndarvirkseminum, sum ikki ber til at gjøgnumføra,  hóast krøv í námsætlanunum.  Í sambandi við endaliga ársmetið er tað tískil týdningarmikið at hava eitt breiðari grundarlag enn vanligt at geva ársmetið útfrá. Tað skal ikki koma næminginum aftur um brekku, at tað ikki hevur borið til at gjøgnumføra partar av undirvísingini. Í breiða grundarlagnum ber til at leggja dent á faklig avrik í viðkomandi gjøgnumførdum undirvísingargongdum, har næmingarnir í betri mun hava kunnað arbeitt við royndarvirksemi og tilhoyrandi fakligum málum í námsætlanini.

Serliga viðvíkjandi ársmetum á fyrireikingarbreytini og hjá stakgreinalesandi

Helst er avbjóðingin við ársmetum størri á fyrireikingarbreytini og hjá stakgreinalesandi, eftirsum tað her ikki er vanligt at geva ársmet.

Næmingarnir hava ígjøgnum skúlaárið ikki vitað, at fakliga støðið hjá teimum skuldi metast við grundarlagi í undirvísingini gjøgnum skúlaárið, heldur enn við støði í eini próvtøku. Lærararnir hava heldur ikki fyrireikað undirvísingina við støði í, at ársmet skuldi gevast. Avbjóðingin við at geva ársmet her er helst størri í munnligu pørtunum av lærugreinunum, eftirsum skrivligu ársmetini hava skrivligar innlatingar at taka støði í.

Í hesum sambandi er týdningarmikið at hava í huga, at endaliga ársmetið skal vera ein heildarmeting av í hvønn mun næmingurin stendur mát við fakligu málini í lærugreinini. T.e. at ársmetið skal lýsa fakliga støðið hjá næminginum og ikki t.d. lestrarvirkni.

Grundarlagið undir endaliga ársmetinum í munnligum er lutvís heildarmetingin hjá læraranum av fakliga støðinum hjá næminginum frá vanligu undirvísingini og neyðundirvísingini, og lutvís ein faklig metingarsamrøða við næmingin.

Faklig metingarsamrøða

Orsakað av serligu viðurskiftunum viðvíkjandi ársmetum á fyrireikingarbreytini og hjá stakgreinalesandi skulu serligar fakligar metingarsamrøður við hvønn næming vera í teimum lærugreinum, har próvtøka ikki er.

Fakliga metingarsamrøðan skal ikki metast í sjálvum sær, men er partur av heildarmetingini, tá endaliga ársmetið verður givið.

Í lærugreinum, sum vanliga høvdu endað við bæði munnligari og skrivligari próvtøku, skulu fakligar metingarsamrøður eisini verða við hvønn næming, um næmingurin bert skal til aðra av hesum próvtøkum. Tó verður bert hildin ein samrøða í hvørji lærugrein.
Endamálið við samrøðuni er lutvís at geva læraranum eitt dyggari grundarlag at meta um fakligu førleikar næmingsins, og lutvís at geva næminginum møguleikan at vísa, hvørjum fakligum støði hann ella hon er á.

Samrøðan skal vara umleið 15-20 minuttir, og sum útgangsstøði eru bert lærari og næmingur við í samrøðuni. Tað er umráðandi, at næmingurin í samrøðuni fær høvi at vísa fakliga støðið og at koma í dýpdina við tilfarinum. Longdin á samrøðunum kann tillagast, so at lærugreinir á B- og A-stigi til dømis hava longri tíð enn lærugreinir á C-stigi. Eftirsum endamálið við samrøðuni ikki er at koma í staðin fyri próvtøkuna, skal tað ikki bara vera talan um eina framløgu frá næminginum, men heldur eina samrøðu millum lærara og næming um viðkomandi fakligt tilfar, sum verður ella hevur verið gjøgnumgingið í undirvísingini. Skúlin ger nágreiniligu karmarnar fyri samrøðuna og skipar innihaldið.

Dømi um innihald í eini fakligari metingarsamrøðu:

  •  Grundarlagið er ein gjøgnumførd undirvísingargongd, og samrøðan snýr seg um faklig greiðsluevni í kendum tilfari
  • Grundarlagið er meira avmarkað, t.d. eitt ávíst skaldsligt verk, ein roynd ella annað, og samrøðan snýr seg um viðkomandi faklig greiðsluevni
  • Grundarlagið er ein gjøgnumførd undirvísingargongd, sum hevur verið ráðløgd júst til fakligu metingarsamrøðuna. Undirvísingargongdin kann vera felags fyri allan flokkin ella bólkin, ella hon kann hava verið skipað til smærri bólkar ella einstaka næmingin. Ein slík samrøða kundi hóskandi byrjað við eini stuttari framløgu (5 min.) frá næminginum.

Tá samrøðan verður hildin, skal næmingurin kunnast um, at talan er um eina samrøðu, sum er partur av grundarlagnum undir heildarmetingini, tá endaliga ársmetið skal gevast. Áðrenn samrøðurnar verða hildnar í lærugreinini, skulu næmingarnir kunnast um grundarlagið undir endaliga ársmetinum, herímillum fakligu málini í lærugreinini, eins og næmingarnir skulu hava kunning um karmar og innihald í samrøðuni.

1. og 2. árs næmingar á 3 ára breytunum og 1. árs næmingar á fyrireikingarbreytini

Sum áður boðað frá heldur undirvísingin hjá næmingunum í 1. og 2. s umframt 1. árs næmingunum á fyrireikingarbreytini fram eftir 15. mai, og seinasta undirvísingardagur hjá hesum næmingum er 5. juni.

Fyri 1. og 2. árs næmingar á 3-ára breytunum kunnu ármetini kunngerðast henda dagin. Sostatt skulu lærarar geva ársmet og lata umsiting skúlans hesi ein av døgunum frammanundan 5. juni. Hesin dagur verður ásettur av leiðslu skúlans. Harumframt verður kunngjørt næmingunum, hvør lærugrein var tikin út til próvtøku sambært raðfestingarlistanum. Tað eru endaligu ársmetini í hesum lærugreinum, sum verða flutt til próvtøl.

Fyri 1. árs næmingar á fyrireikingarbreytini skal vera møguleiki at skipa fakligu einstaklinga samrøðuna, sum víst er á omanfyri, í teimum lærugreinum, sum enda. Hetta skal gerast áðrenn ársmetini verða kunngjørd hesum næmingum, og kann í serligum føri vera aftan á seinasta undirvísingardag.

Vinarliga
Uttanríkis- og mentamálaráðið

Hanna Ziskason Hansen”