Vit søkja eftir reingerðarfólkum til Glasir at byrja 12. august 2024. Tað eina er fast starv, og hitt er farloyvisstarv í eitt ár.

Vit bjóða fasta løn og fulla tíð. Arbeiðsdagurin er í stóran mun í vanligari arbeiðstíð teir dagar, skúlagongd er.

Hjá teimum, sum sett verða, leggja vit dent á eginleikar sum arbeiðssemi, álit, nærlagni og evni at samstarva. Tað er ein fyrimunur, um tit eru von við reingerðararbeiði.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at ringja til Álv Jøkladal á tlf. 56 80 01.

Skrivligar umsóknir við møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til starv@glasir.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2024. Minst at tilskila, um tú søkir fasta starvið, farloyvisstarvið ella ert áhugaður í báðum.