Vit søkja eftir reingerðarfólki til Glasir at byrja 9. august 2021.
Starvið er fastlønt og er arbeiðsdagurin í stóran mun í vanligari arbeiðstíð, – teir dagar skúlagongd er og svarar lønarbrøkurin til 0,906 av fullari tíð.
Hjá tí, sum sett/ur verður, leggja vit dent á eginleikar sum:
· arbeiðssemi
· álit
· nærlagni
· evni at samstarva
Tað er ein fyrimunur, um tú ert von/vanur við reingerðararbeiði.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Sólruna Djurhuus á tlf. 25 00 59.
Skrivligar umsóknir við møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til Egon Øregaard ego@glasir.fo og skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. juni 2021.