Vit sóknast eftir reingerðarfólki til farloyvisstarv frá 1. januar 2025 til og við 31. mars í 2026.
Á Glasi eru áleið 1500 næmingar, lærlingar og lesandi, og her starvast um 250 starvsfólk. Kjarnuuppgávan á Glasi er at útbúgva og búgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni.
Sum reingerðarfólk fært tú ein týdningarmiklan leiklut í okkara kjarnuuppgávu. Sum partur av reingerðartoyminum verður tín høvuðsábyrgd at tryggja eitt reint og væl hildið útbúgvingarumhvørvi fyri øllum á Glasi.
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir innan reingerðarøkið. Harumframt leggja vit dent á, at tann, ið sett/ur verður, virðir gott samstarv og er fyrikomandi.
Starvstreytir
Starvsstaðurin er á Glasi. Talan er um tíðaravmarkað farloyvisstarv, við starvsbrøki 0,9064. Arbeiðsdagurin er í stóran mun í vanligari arbeiðstíð, teir dagar skúlagongd er. Frítíð verður í stóran mun hildin, tá ið næmingar hava frí.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Álv Jøkladal, tekniska leiðara, á tlf. 568001.
Umsókn við meira skal sendast til starv@glasir.fo. Freistin at søkja starvið er mikudagin 11. desembur 2024.