UTTANRÍKIS- OG MENTAMÁLARÁÐIÐ LÝSIR EFTIR:

Rektari til Glasir

Hevur tú hugsjónir um skúlaskap, serliga við atliti at breiddini í miðnáms-útbúgvingum og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan økið, so ert tú leiðarin, sum vit leita eftir at føra Glasir víðari fram á leið. Tú hevur nú møguleikan at bjóða teg fram til avbjóðandi leiðarastarv sum rektari á Glasi, ið hýsir bæði yrkisligum og gymnasialum miðnámsútbúgvingum, umframt hægri undirvísingarvirksemi.

ÁBYRGD OG UPPGÁVUR

Rektarin hevur ábyrgdina av øllum virksemi skúlans mótvegis landsstýrismanninum, og er dagligi leiðari skúlans. Rektarin hevur ovastu leiðsluábyrgdina av øllum virkseminum í skúlanum, herundir fakliga, námsfrøðiliga, umsitingarliga og fíggjarliga ábyrgd. Rektarin skal tryggja, at uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum støði, umframt saman við Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Undirvísingarstýrinum tryggja, at útbúgvingar skúlans, undirvísing og mannagongdir annars eru í samsvari við nútímans og altjóða krøv.

Rektarin skal mynda Glasir á ein sannførandi hátt og virka fyri góðum og mennandi arbeiðs- og lestrarumhvørvi, har ymsu útbúgvingarnar fáa hóskandi og javnbjóðis umstøður at virka undir. Rektarin skal samansjóða starvsfólkahópin og tryggja gott samstarv við allar partar og skal somuleiðis virka fyri góðum samstarvi við aðrar skúlar, vinnuna, myndugleikar o.o. Saman við Depilsráðnum skal rektarin skipa karmarnar fyri yrkisfakligu útbúgvingunum og inntøkufíggjaða virkseminum í skúlanum. Rektarin skal leggja fíggjarætlan stovnsins og skipa ein skynsaman rakstur við neyvari fíggjarstýring. Rektarin setir í starv og loysir úr starvi leiðarar, lærarar og onnur starvsfólk í skúlanum.

PERSÓNURIN

Rætti persónurin til rektarastarvið skal hava hug og hegni at leiða og skal kenna egnar dygdir og avmarkingar. Tað er týdningarmikið, at rektarin hevur evni og vilja at samstarva og samskipa, men samstundis styrkina at kunna standa eina í mótstøðu, uttan at missa fótafestið. Starvið krevur, at tú skjótt dugir at skapa tær eitt yvirlit í skiftandi støðum og megnar at røkka settum málum. Tú skalt vera framskyggin og hava evni og áræði at ganga nýggjar leiðir. Tú skalt hava góð evni at sjóða saman fólk og við einum stimbrandi leiðsluhátti at birta eldhuga millum hesi. Tú skalt síggjast í starvinum og skapa virðing og trivnað innanhýsis millum starvsfólk og næmingar, umframt uttanhýsis við samstarvspartar o.o. Umráðandi er at skapa trúvirði, vera álítandi og duga væl at lýsa egin sjónarmið. Tú skalt evna innliving og virðing fyri hugskotum og sjónarmiðum hjá øðrum.

FØRLEIKAR OG ROYNDIR

Tað er eitt krav, at rektarin hevur:

• viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
• royndir og førleika at undirvísa
• leiðslu- og fyrisitingarligar royndir
• leiðsluútbúgving og innlit í organisatión kann vera ein fyrimunur
• góð evni at skapa trivnað og menna starvsfólk
• góð evni at samskifta og orða seg á føroyskum, skandinaviskum og enskum.

SETANAR- OG LØNARTREYTIR

Starvið er flokkað samsvarandi 39. lønarflokki sambært Felag Tænastumanna Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Lønin er í løtuni kr. 62.912,75, umframt 15 % í eftirløn um mánaðin.

UMSÓKN

Umsókn við CV, prógvum o.ø. skal sendast til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið 
Tinghúsvegur 5-7 
Postsmoga 3279 
110 Tórshavn 

Ella sum t-postur til ummr@ummr.fo 

Umsóknin skal vera Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi leygardagin 20. august 2022. Starvið verður sett 1. oktober 2022 ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, á tlf. 555010 ella t-post PoulGeertH@ummr.fo

Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1.500 næmingum og 250 starvsfólkum. Flestu næmingar ganga á gymnasialum miðnámi og á yrkisrættaðum námi. Harumframt bjóðar Glasir eina røð av útbúgvingum á hægri námi. Sí heimasíðu skúlans www.glasir.fo 

Sí lýsing sum PDF: Lýsing eftir rektara til Glasir – við mynd 1 – Juli 2022