Góðu tit øll – hjartaliga vælkomin til hesa hátíðarløtu á Glasi.

Hetta er sanniliga ein vøkur sjón frammanfyri mær her.

Her sita spentar pisur og lærlingar at fáa prógvið í hondina og sleppa á flog.

Og áðrenn eg fái ein klump í hálsin, lat meg skunda mær at siga, at vit eru øll so ótrúliga stolt av tykkum øllum somlum. 

Tit kláraðu tað – tit hava kempað, og tit eru øll komin á mál. Tað er ikki nøkur sjálvfylgja at koma hertil. Tað sigur nakað um hvønn einstakan av tykkum. Óansæð hvussu hevur gingið, so skulu tit í dag verða stolt av tykkum sjálvum. Hetta er so flott.

Tit hava síðstu vikurnar sitið og sveittað við próvtøkuborðini. Onkuntíð gekk væl, og onkuntíð kanska ikki so væl, og soleiðis er tað.

Men minnist til, at tit eru so nógv meira enn ein miðalkarakterur. Tað týdningarmesta er, at tit eru tit, og at tit hesi árini hava flutt tykkum fakliga, menniskjaliga og sosialt.

Fleiri av tykkum pisum byrjaðu her á Glasi 17. august 2022. Tit vóru tey fyrstu, ið eg sum rektari bjóðaði vælkomin her á Glasi, og eru tit sostatt fyrsti árgangurin, eg havi fylt allan vegin. Og eg má siga, at ferðin hevur verið fantastisk saman við tykkum.

Tann dagin tit byrjaðu hugleiddi eg m.a. um tíðina og um felagsskapin – at tit skuldu njóta tíðina her á Glasi, dvølja við hana, og ikki bert hugsa um at verða liðug her. Og tað vóni eg so inniliga, at tit hava gjørt.

Eg vóni eisini, at tit hava knýtt vinabond og komin í felagsskapir, sum kanska vara alt lívið. Tað er í felagsskapum, at vit standa sterk, og har kunnu vit kunnu hjálpa og stuðla hvør øðrum. Felagsskapurin ger okkum til heil menniskju.

Her havi eg hug at fortelja tykkum eina søgu um ein sterkan felagsskap – ein felagsskap, sum nærum kann flyta fjøll.

Tá ommusonurin fylti 7 ár fyrr í ár, keypti eg honum eina bók í gávu, sum eitur “Tann fantastiski bussurin”. Vit settu okkum væl til rættis í sofuni tað eina kvøldið at lesa hana.

Søgan byrjar í stórbýnum Ahnstar City. Niðri á kaini búgva nógv ymisk djór í húsum, sum tey sjálvi hava bygt. Húsini hava í veruleikanum ikki loyvi at vera har, og skulu tí rívast niður. Hetta halda tey vera órættvíst, og tey eru ørkymlaði, tí hvar skulu tey nú búgva?

Tá finna tey eina bók við m.a. eini mynd av eini vakrari blómu – eini safran-lilju – sum tey frætta, kann hjálpa teimum, og sum enntá hevur lekjandi virkna. Men henda lilja veksur bert í loyndarfulla sagnlandinum Balanka.

Nøkur teirra eru skjót og hugsa beinanveg, at so fara tey sjálvandi til Balanka. Og fyrireikingarnar byrja.

Hetta eru serliga tey ungu, sum hava mót uppá tað – tey leggja saman ráð, tey eru forvitin og leita sær eisini ráð hjá teimum eldru, sum hava nakrar royndir og spyrja, hvat tey kunnu gera.

Endin er, at tey taka avgerð um at byggja ein buss, so tey øll kunnu koyra til Balanka saman. Tey eldru muta eitt sindur ímóti og halda ikki, at tað ber til. Men tey ungu standa saman og eru áhaldin.

Tey fyrireika seg sera væl – seta seg væl inn í ymisk viðurskifti.

Tey finna nógva gamla útgerð, m.a. gamlar Phantom-8 motorar og plasma-generatorar, sum tey byggja bussin við.

Tá Charlie, ein av teimum eldru, verður spurdur, um hann heldur, at tað ber til at koyra til Balanka, sigur hann: “Eg haldi ikki tað er lætt, og tað er langt, og man skal yvir um brúnna til norðurpólin. Brúgvin er so høg, at hon fer heilt út í rúmdina. Ongin veit, um hon er har enn, ella um hon heldur.”

Men hesi ungu missa ikki mótið.

Uppskotið verður lagt fyri djórini, og 72 av 73 stemma fyri at byggja bussin, og so fara tey í gongd, og tey hava øll ein leiklut í byggingini.

Tá bussurin er liðugur, fara tey øll avstað á hesa longu, longu ferð. Á ferðini uppliva tey mangt og hvat. Tey koyra varliga at byrja við, upp um fjøll og gjøgnum dalar. Tey uppliva bæði gott og ringt veður. Onkur verður sjúkur á vegnum, men tey hjálpast øll umframt, at onkur verður tikin við uppí bussin á vegnum.

Hóast alt hetta, so hava tey ein góðan túr, og tey føla seg lukkulig, og onkur heldur, at “tað hevði einki gjørt, um tey ongantíð komu til Balanka, tí tað hevði verið nóg gott at verið á veg í allar ævir”.

Fyri at koma fram, má bussurin flúgva tað síðsta strekkið, og her taka tey Phantom 8-motorarnar í brúk. Flúgvitúrurin er eitt baks, men tey koma fram. Tá er bussurin eisini illa farin.

Søgan – ja hon endaði væl – tey komu til Balanka, og øll hava tað gott. Burturúr leivdunum av brotnaða bussinum eru tey nú í fer við at byggja eitt flogfar, so tey kunnu flúgva til Ahnstar City at siga hinum frá, tí tey halda, at øll hava uppiborið at koma til Balanka.

Tá eg segði SNIPP SNAPP SNÚTI, nú er søgan úti, var ommusonurin so glaður, tí nú høvdu øll aftur eitt stað at búgva, øll vóru glað og lítli Timo var frískur, tí tey høvdu funnið Safran-liljuna.

Tit hugsa kanska, hví í himmalsins navni eg skal fortelja tykkum hesa søguna? Jú, eg fortelji tykkum hesa søgu, tí eg haldi, at hon er fantastisk og lýsir – umframt so sera nógv annað – styrkina við felagsskapinum – hvat man kann røkka í felag.

Hetta kundi eisini verið søgan um okkara U21 manslandslið í hondbólti, sum fyri trimum døgum síðan gjørdi nakað, sum øll hugsa eigur at vera ómøguligt. Teir vunnu á Fraklandi. Tað eigur ikki at bera til, hugsa tey flestu av okkum. 55 túsund íbúgvar vunnu á 70 mió. íbúgvum. Hetta bar til við sera nógvari og miðvísari venjing, trúnna uppá at tað ber til, og sum teir siga sjálvir, við tí sera góða felagsskapinum teir hava.

Her havi eg eisini hug at senda eina heilsu til okkara tvær pisur, sum eru við á U21-liðnum og tí ikki fáa verið við til prógvhandanina í dag. Umframt teir báðar er eisini ein av okkara lærlingum á liðnum. Og vit vóna sjálvandi eisini, at teir vinna á Slovenia í kvøld.

Men tað sum eg í dag fyrst og fremst hugsaði við søguni um “Fantastiska bussin” er, at hetta júst er søgan um tykkara ferð her á Glasi.

Tit hava nú í felag bygt bussin og ferðast hesa longu leið. Í dag eru tit komin til Balanka, og alt er gott.

Við tykkara samanhaldi, vísdómi, lærdómi og umsorgan eru tit øll í felag komin til Balanka.

Balanka finst ikki á google maps, og tað er eingin vegvísari. Balanka er dreymurin um eina góða framtíð fyri øll.

Og munnu øll ikki hava ein dreym og ynski um eitt gott lív? Munnu ikki øll ung í heiminum droyma um Balanka?

Eg haldi, at vit búgva í einum fantastiskum landi, og í Føroyum eru vit so heppin, at okkum øllum stendur í boði at fáa eina miðnámsútbúgving og at fara víðari á útbúgvingarleiðini. Hetta er als ikki nøkur sjálvfylgja aðrastaðni í heiminum.

Eg segði, at “vit eru so heppin”. Tað er kanska ikki heilt rætt at siga. Tað eru okkara forfedrar og okkara politikkarar, sum hava skipað okkara samfelag og stríðst fyri teimum rættindum og møguleikum, sum tit og vit hava.

Vit hava eitt gott vælferðarsamfelag, sum vit øll skulu kempa fyri at varðveita og gera enn betur, tí tað eru eisini lýtir í okkara skipan.

Og ja – nú veit eg, at tit kanska trekkja uppá smílibondini og hugsa, at nú sigur rektarin tað aftur – og at eg “ljóði sum ein skøvað pláta”. At nú komi eg aftur við hasum har um, at “tit eru framtíðin, og tað eru tit sum hava ábyrgdina av at bera føroyska vælferðarsamfelagið víðari og at gera tað enn betur ” og bla bla bla.

Og ja, tað komi eg við aftur nú, og eg meini tað, og tað havi eg eisini fult álit á, at tit gera,

Eg helt, tað var stuttligt og væl sæð, tá tit góvu mær eitt prik í kabarettini um júst hetta, sum eg nokk sigi hvørja ferð høvi býðst.

Tit hava verið ein deiligur árgangur – vit hava haft eitt gott og aktivt næmingaráð, sum tit eisini hava verið við í, sum hevur arbeitt konstruktivt, givið okkum eitt “gott mótspæl “, sett krøv” og víst vegin.  

Og eg meini tað, tá eg sigi, at eg haldi, at tit veruliga hava verið við til at gera Glasir til ein enn betur og rúmligari skúla, og vit hava lært nógv av tykkum.

Eg vóni, at tit í framtíðini fara at siga, at tíðin á Glasi var fantastisk, og at nøkur kanska fara at siga, at tað var besta tíðin í lívinum. Hóast eg veit, at tit ikki hava hildið, at allir dagarnir á Glasi hava verið fantastiskir, og eg veit, at tit ikki jublaðu, tá vit settu vakmyndatól upp, ella tá vit fyri einum ári síðan valdu at seta telefonskáp upp í hvørjari skúlastovu og settu firewall á internetið.

Men vónandi hugsa tit ikki bara um okkum sum eitt stað við eini rúgvu av reglum og forboðum, men sum eitt gott stað at læra – eitt spennandi og mennandi stað við nógvum møguleikum. Og tit skulu vita, at alt vit gera, gera vit í bestu meining til gagns fyri næmingar og okkum øll, sum hava okkara dagligu gongd her.

Nú sprettir og grønkast í Føroyum, og summarið er komið. Nógv tykkara eru seinastu dagarnar avmyndaði við okkara vakra vísdómstræ saman við tykkara kæru.

Tað er sanniliga ein sera fjølbroyttur skari, sum vit sleppa á flog í dag á Glasi. Tá dagurin er farin eru um 340 næmingar og lærlingar, sum hava fingið prógv við 13 ymiskum útbúgvingum.

Eg ynski tykkum øllum hjartaliga tillukku við próvnum og bestu eydnu á lívsleiðini, og vónandi fáa tit nógvar túrar til Balanka. Minnist til, at lærdómur er lættur at bera, og at lærdómurin heldur á alt lívið. Verið forvitin, verið djørv og torið at gera feilir. Engagerið tykkum, verið opin fyri lívinum og øðrum menniskjum. Verið góð við hvønn annan.

Takk fyri