Góðu pisur, foreldur, familja og onnur avvarðandi.
“I hava a dream” segði Martin Luther King 28.august 1963, í eini tí kendastu røðuni, sum nakrantíð er hildin.
Nú er tað ikki ein dreymur meira. Nú er stóri dagurin. Hetta er ikki ein dagur, sum allir aðrir. Tit flúgva í dag, saman við um 400 øðrum, úr reiðrinum her á Glasi. Dreymurin er gingin út, og tit standa á gáttuni til ein nýggjan kapitul í tykkara lívi.
Tit fáa í dag prógv uppá tað arbeiðið, tit hava gjørt hesi árini, tit hava gingið her. Dreymarnir hava borið tykkum ígjøgnum nógvar tímar við lesnaði, strævnum tíðum, løtum har tað hevur kenst møtimikið og meiningsleyst, nógvum innlatingum, royndum og próvtøkum. Dreymurin hevur hjálpt tykkum higar og fer at hjálpa tykkum víðari á leið.
Tí dreymar kunnu flyta mørk. Tað er røðan hjá Martin Luther King eitt gott dømi um – ein røða, sum inspireraði nógv menniskju, sum inspirerar enn, og sum eisini ávirkaði heimin.
Martin Luther King, sum var prestur, droymdi um ein betri heim. Hann droymdi um ein heim við frælsi, rættvísi og javnrættindum til øll.
Vit kunnu siga, at dreymar eru okkara longsil eftir eini betri framtíð. Dreymar kunnu hjálpa okkum at røkka málum. Teir kunnu hjálpa okkum í svárum tíðum. Dreymarnir eru kanska sjálv kjarnan í okkara stremban, óansæð hvat vit stremba eftir.
Og eg ivist ikki í, at tit eisini hava nógvar dreymar um lívið víðari. Hvagar tit skulu flúgva. Haldi endiliga á við at hava hesar dreymar.
Onkur hugsar kanska, at støðan kennist so ótrygg, so er tað pláss fyri mínum dreymum? Tá havi eg hug at siga, at júst tí skulu tit droyma.
Flestu okkara halda nokk, at heimurin er ótryggari í dag, enn hann var, tá tit byrjaðu her á Glasi.
Vit síggja t.d. eina vaksandi rivalisering og stríð millum stórveldini. Vit síggja konfliktir í miðeystri, sum eisini hava globalar avleiðingar. Vit lesa um búskaparligar kreppur og sosialan ójavna. Vit hoyra nógv um umhvørvisbroytingar og -vanlukkur, og ofta er at hoyra, at fólkaræðið – demokratiið – sum er ein av grundsúlunum undir okkara samfelag, er hótt.
Men tað sum nokk følist mest óhugnaligt og óunniligt fyri okkum øll er, at tað nú er kríggj við teimum ræðuleikum, sum tað hevur við sær, so tætt við okkum.
Alt hetta ávirkar eisini okkum í Føroyum, tí hóast vit eru eitt lítið fjarskotið land, so eru vit eisini ein partur av heimssamfelagnum, og mugu tí eisini taka ábyrgd.
Vit hildu ikki, at hetta fór at henda – at tað gjørdist kríggj í Europa. Vit hildu, at vit í okkara parti av heiminum vóru meira siviliserað, at vit kundu tosa um tingini.
Men hvat kríggjast tey um, og hvør er tað sum tekur hesar vitleysu avgerðir um at kríggjast og drepa hvønn annan? Tað eru so ikki tit ungu.
Eru tað ikki gamlir, maktsjúkir menn, sum eru ov gamlir til sjálvir at fara í kríggj (og tískil ikki seta sítt egna lív í vanda), sum ofra tey ungu –í flestu førum teir ungu menninar – fyri at vísa sína makt ?
So júst her hevur tað stóran týdning, at tit ungu hava dreymar – at tit hava hugsjónarligar dreymar, sum kunnu ávirka veruleikan. Tit hava ein týdningarmiklan leiklut í at engagera tykkum í arbeiðið fyri einum meira rættvísum, burðardyggum og tryggari heimi.
Tí hesar stóru avbjóðingarnar krevja globalar loysnir og samstarv. Tað er neyðugt, at vit lyfta okkum uppum og síggja heimin í størri perspektivi.
Tíðum verður sagt, at tey ungu bara hugsa um seg sjálvi; at vit eru eitt samfelag við individualistum, og vit kanska hava gloymt felagsskapin. Tað er tó avgjørt ikki allur sannleikin, tí eg veit, at tit eisini hava dreymar sum røkka longur enn til tykkum sjálvi.
Tak t.d. sangin “Endaleys tár”, ein sangur, sum nakrir av okkara egnu næmingum her á Glasi hava skrivað og útgivið, og nøkur av tykkum í dag hava verið við at gjørt.
Hetta er ein sterkur og rørandi tekstur, og dreymurin er í veruleikanum tann sami, sum hjá Martin Luther King, um ein betri og rættvísari heim.
Tit syngja millum annað:
Hvussu kann eg gera mun –
vit eru noydd at lata okkara eygu upp –
Nú vit hava sæð, kunnu vit ikki spæla blind –
eg vil berjast fyri einum heimi, ið ongan mun ger á tær og mær –
har dagurin í morgin ber boð um ljósan dag.
Hetta eru so avgjørt orð sum vísa, at tit eru umhugsin. So tað er vón. Lat unga ættarliðið sleppa framat.
Eg kann avgjørt viðmæla tykkum at lurta eftir sanginum.
Umframt ta fakligu vitanina – fakliga lærdómin – tit hava ognað tykkum hesa tíðina á Glasi, so hava tit uttan iva lært eina rúgvu bæði sosialt og menniskjaligt. Í felagsskapinum hava tit ment og brynjað tykkum til lívið víðari.
Vit vóna, at vit hava kveikt áhuga og forvitni hjá tykkum at menna tykkum víðari og at læra enn meira.
Tit hava gingið til próvtøku nú í meira enn ein mánað og hava fingið karakterir fyri tykkara avrik. Tit eru sikkurt nøgd við okkurt avrik, meðan annað eru tit knapt so nøgd við, og soleiðis er lívið.
Men eg kann í hvussu so er siga tykkum, at eydnan liggur ikki í einum miðaltali, sum Páll Finnur Páll annars argaði tykkum við her tann 17. mai, tá teir spældu fyri tykkum á síðsta undirvísingardegi. Eydnan er nógv størri enn eitt miðaltal.
Vit eru stolt av tykkum øllum, og eg havi eisini hug at siga, at vit eru sera stolt av tykkum, sum kanska skuldu stríðast eyka nógv fyri at koma higar. Tað, at onkur fak hava verið ring, og kanska lívið á onkran hátt viðhvørt hevur verið avbjóðandi so ella so, tað vísir veruligan karakter, og tá hugsi eg ikki eitt tal.
Tann 12. februar í ár høvdu vit her á Glasi vitjan av einum, sum var á síni dreymaferð. Vit høvdu fína, forkunnuga vitjan av danska astronautinum, Andreas Mogensen, beinleiðis úr rúmdini.
Andreas Mogensen var úti í rúmdini í 6 mánaðir, har hann saman við øðrum stóð fyri ymiskum grannskingarverkætlanum.
Eitt endamál var eisini at skapa forvitni og áhuga millum ung fyri rúmdini, náttúruvísind og tøkni. Og í tí sambandi vóru vit so heppin at fáa vitjan av Andreas her á stórskíggjanum í Atrium. Fleiri tykkara vóru hjástødd, og nøkur fingu eisini høvi at seta honum spurningar.
Tá Andreas varð spurdur, hvørji ráð hann hevði til tey ungu, var svarið “hugsa stórt, verið forvitin, leggi ætlanir men taki eisini kjansin, tá hann er har”. Altso verið ikki so planløgd, at tað verður ein forðing. Verið eisini spontan.”
Vit siga onkuntíð, at vit skulu lyfta okkum uppfrá, so vit kunnu síggja tingini í eini heild/í einum breiðari perspektivi og ikki vera so snævurskygd.
Og tað má sigast, at tá tú fert upp í rúmdina, sum Andreas Mogensen at eygleiða jørðini, so sært tú veruliga tað heila í eini størri frásjón og kanst gera nakrar eygleiðingar og tankar, sum vit ikki so lætt kunnu gera her á jørðini.
Tann síðsti spurningurin, ein av okkara næmingum setti Andreas var, hvat hevði gjørt størst inntrykk á túrinum.
Svar hansara setti líka sum alla heimstøðuna við kríggi og ófriði í perspektiv, tá hann svaraði, “at úr rúmdini sóust eingi landamørk, har var alt ein eind”.
So kanska skuldu vit sent valdsharrarnar út í rúmdina, so teir kundu sæð lívið og veruleikan í einum størri perspektivi enn bara at leggja land undir seg.
Andreas er komin aftur á jørðina og í heyst, tann 24. septembur, kemur hann “í egen person” sum man sigur, at vitja okkum aftur.
Tað skal vera mín vón, at tit gera eins og Andreas Mogensen:
- Hava dirvi at droyma stórt. Tað ger einki, um tit snáva viðhvørt. Tit reisast heilt sikkurt aftur.
- At tit deila tykkara dreymar við onnur, og lata teir á tann hátt vaksa til nakað størri, tí tá kunnu teir kanska broyta heimin.
- Tora at liva tykkara dreymar. Teir eru virðismiklir, eisini um onnur ikki skilja tykkum.
Tit hava her á Glasi fingið ein felagsskap, har tit hava stuðlað hvør øðrum í góðum og ringum – í viðgongd og mótgongd. Hesin felagsskapur hevur uttan iva styrkt tykkum til tykkara komandi ferð. Í felagsskapinum verða dreymarnir enn sterkari. So minnist til at halda fast í góðu felagskapunum.
Tað er sanniliga ein vøkur sjón at síggja tykkum í dag her í tykkara sera vøkru føroysku klæðum og húgvum. Tað er rørandi og hugtakandi.
Og tað er eins og við føroysku klæðunum, sum tit hava við tykkum alt lívið, so hava tit útbúgvingini við tykkum alt lívið.
Fyri okkum á Glasi er tað ein stór gleði at hava haft tykkum sum næmingar, og vit fara at sakna tykkum.
Vit vóna, at vit hava gjørt mun fyri hvønn einstakan av tykkum, so tit eru klár at fara víðari á lívsleið tykkara.
Um eina løtu sleppa vit tykkum á flog á tykkara dreymaflogferð
Vónin er okkara drívmegi, vónin um eina góða framtíð, har dreymar verða til veruleika. Tykkara vónir og dreymar eru ikki bara tykkara, men eru partur av nøkrum nógv størri.
Minnist til, at dreymurin hjá Martin Luther King broytti heimin, og ítøkiliga var t.d. rasuskilnaður strikaður í skúlunum í USA árið eftir hansara røðu.
Lat dreymarnar vera tykkara kumpass, sum leiðir tykkum gjøgnum lívsins ævintýr. Og lat dreymarnar vera sum stjørnur á náttarhimmalinum, sum lýsa tykkum vegin.
Hjartaliga tillukku við próvnum, blíðan byrð, góða ferð og gott summar.
Takk fyri.