Rólant í Skorini, sum hevur undirvíst á Føroya Studentaskúla – nú Glasi – í ein mansaldur, hevur í fleiri ár arbeitt við at gera eina fransk-føroyska orðabók. Saman við Jonhardi Mikkelsen á Sprotanum hevur Rólant nú lagt orðabókina fram. Tað hendi á hátíðarløtu á Reinsarínum fríggjadagin 2. mars.

Í arbeiðinum við orðabókini hevur Rólant lagt seg eftir at brúka vanligastu orðini í fronskum. Í orðabókini eru í alt 10.000 orð. Hetta er ríkiligt til miðnám, men høvundurin sigur, at hann ikki gevst enn. Orðabókin liggur tøk hjá okkum øllum á Sprotanum, og hon verður víðkað og dagførd áhaldandi.

Vit á Glasi vita, hvør dygd er í Rólanti og hvussu arbeiðssamur hann er. Hansara næmingar hava notið gott av hansara eldhuga og treysti – og nú orðabókin er løgd fram kunnu vit onnur eisini fáa ágóðan av hansara fakliga arbeiði. Vit takka og ynskja Rólanti og Sprotanum til lukku við verkinum.