Ja, vit leita eftir tykkum og fleiri, fleiri øðrum at vera við í einum megaspennandi sjónleiki, sum Glasir og yrkissjónleikabólkarnar TVAZZ og Det Ferösche Compagnie gera í felag.

Tann 16. november 2024 verður heimskendi ungdómsleikurin Romeo og Julia eftir William Shakespeare frumsýndur á Glasi í føroyskari týðing eftir Hans Tórgarð.

Brúk er fyri nógvum ungum fólkum at leika, eini 40. Tørvur er eisini á fólki at hjálpa til við palli, ljóði, ljósi og nógvum øðrum.

Meiri kunning og tilmelding hjá Búa Dam, leikstjóra, ella Eyðstein Simonsen, útbúgvingarleiðara og næmingasamskipara á leikinum:

  • Búa Egason Dam, 260566 / romeojulia2024@gmail.com
  • Eyðstein Simonsen, 530303 / esn@glasir.fo

Fylg eisini sjónleikinum á Facebook og Instagram vangunum hjá leikinum:

Talan er um eina stóra sjónleikaverkætlan, nokk ta størstu í hesum árinum. Miðnámssangleikir hava verið fastur siður síðani miðskeiðis í nítiárunum. Í 2020 varð sangleikurin Cabaret sýndur á Glasi. Við koronu kom stígur, men nú bragdar av álvara aftur við sjónleikinum Romeo og Julia.

Vit gleða okkum.