Sangleikur á Glasi: CABARET

4. september 2019

Glasir verður ramma um sangleik, og upptøkuroyndir verða á Glasi 2., 3. og 4. oktober fyri tey, ið hava hug at royna seg á palli sum sangarar, sjónleikarar og dansarar.

Leikurin hesaferð kallast Cabaret og fer fram í Berlin í 1930’unum – høvuðspersónarnir eru allir onkusvegna tengdir at KitKat-klubbanum, har alt er loyvt og betra fólkið í Berlin fer har fyri at sleppa burtur úr strævna gerandisdegnum. Tað er legendariski verturin í klubbanum, tann sonevndi “Master of Ceremonies”, ið førir okkum inn í hendan heimin av dekadensu, sangi og dansi. Saman við stjørnuni í showinum, sangarinnuni og dansaranum Sally Bowles, og ensktlæraranum og rithøvundanum Cliff Bradshaw, fáa vit eina tragikomiska kærleikssøgu, flættaða inn í vaksandi ávirkanina, ið nazistarnir fáa í Berlin í 30’unum.

Upptøkuroyndir verða á Glasi 2, 3 og 4 oktober fyri tey, ið hava hug at royna seg á palli sum sangarar, sjónleikarar og dansarar.

Freistin at melda seg til er týsdagin 01. oktober kl. 12.00 á teldupostbústaði sangleikur2019@gmail.com. Vit heita tó á tykkum um at tekna tykkum skjótast gjørligt, so tú fært stundir at venja. Tey, sum melda seg til, fáa tilfar sendandi at nýta í fyrireikingini til upptøkuroyndina.  Vit byrja at senda tilfar út – sangir og ein sketch at venja til upptøkuroyndina – mánadagin 23 september. Skrivað vinarliga fult navn og telefonnummar.

Leikstjórn: Ria Tórgarð

Frumsýningin verðu 25. januar 2020.

Spurningar kunnu eisini sendast í telduposti til sangleikur2019@gmail.com.