Seks Rør- og blikksmiðir og ein Rørsmiður vóru lidnir við sveinaroyndina mánadagin 21. januar 2019. Týsdagin í farnu viku var samkoma fyri lærlingunum, avvarðandi og meistarum, tá lærlingarnir fingu handað skúlaváttan sum prógv fyri, at teir hava staðið sveinaroyndina. Steinfinnur V. Jacobsen, leiðari á Tøknideildini á Glasi, helt stutta røðu og handaði lærlingunum skúlaváttanina.

Lærlingarnir standa í hesi røð frá vinstru:
Arnbjørn Justesen, lærumeistari er sp/f Victor á Lakjuni
Ingi Jónsson Viðbjørg, lærumeistari er Blikksmiðjan P/F
Magni Ziska Jacobsen, lærumeistari er Blikksmiðjan P/F
Thor Rafnason, lærumeistari er Reno-Vent sp/f
Anfinnur Allanson Hjaltalin, lærumeistari er Demich P/F
Kristin Sivertsen, lærumeistari er Blikksmiðjan P/F
Jákup Pauli á Lava, lærumeistari er Blikksmiðjan á Lava sp/f

Vit ynskja teimum hjartaliga  til lukku og góðan byr fram á leið

 

Eitt eygablikk røddi Steinfinn Várlíð Jacobsen fyri lærlingunum. Ikki sørt, at teir hava blikkið fult av sjálvsáliti, nú teir fara víðari av Glasi.