Skeið í at handfara próvtøkuótta

6. apríl 2022

HVUSSU HANDFARI EG PRÓVTØKUÓTTA?

Næmingum, lærlingum og lesandi á Glasi stendur í boði at taka skeið í at fyribyrgja próvtøkuótta. Rúna Jakobsen, lestrarvegleiðari, og Rigmor Napoleonsdóttir Arge, sálarfrøðingur, standa fyri skeiðnum. Skeiðið, sum er í trimum pørtum, verður hesar tíðir:

DAGAR: hósdagarnar 28. apríl, 5. mai og 12. mai

KLOKKUTÍÐ: kl. 15:30-16:30

STAÐ: stova 320

TILMELDING: Send teldupost til Rúnu Jakobsen (ruj@glasir.fo) í seinasta lagi 26. apríl og boða frá, at tú ynskir at taka skeiðið í at fyribyrgja próvtøkuótta.

UM SKEIÐIÐ

Tað er vanligt at gerast óttafullur, tá man skal avrika og verða dømdur fyri avrikið. Eitt sindur av ekka kann vera ein fyrimunur til próvtøkurnar, tí tað skerpar hugsavningina. Fyri nøkur fyllir ræðslan fyri próvtøkum tó so nógv, at tað kann gerast beinleiðis próvtøkuótti. Hetta kann ávirka próvtølini, men tað ber til at gera nakað við hetta.

Á skeiðnum fara vit at hygga eftir katastrofutankum og ringum vanum – og bjóða hesum av. Skeiðið er fyri næmingar, lærlingar og lesandi á Glasi.

Spurningar og ivamál kunnu stílast til Rúnu Jakobsen, lestrarvegleiðara, á ruj@glasir.fo og/ella Rigmor Napoleonsdóttir Arge, sálarfrøðing, á rigmor@sernam.fo.