HVUSSU HANDFARI EG PRÓVTØKUÓTTA?

Næmingum, lærlingum og lesandi á Glasi stendur í boði at taka skeið í at fyribyrgja próvtøkuótta. Rúna Jakobsen, lestrarvegleiðari, stendur fyri skeiðinum. Skeiðið, sum er í tveimum pørtum, verður hesar tíðir:

DAGAR: Tveir mikudagar, 29. mars og 26. apríl 2023.

NÆR: í 4. blokki frá kl. 13.55 til 15.25

STAÐ: stova 320

TILMELDING: Send teldupost til Rúnu Jakobsen (ruj@glasir.fo) og boða frá, at tú ynskir at taka skeiðið í at fyribyrgja próvtøkuótta.

UM SKEIÐIÐ

Tað er vanligt at gerast óttafullur, tá man skal avrika og verða dømdur fyri avrikið. Eitt sindur av ekka kann vera ein fyrimunur til próvtøkurnar, tí tað skerpar hugsavningina. Fyri nøkur fyllir ræðslan fyri próvtøkum tó so nógv, at tað kann gerast beinleiðis próvtøkuótti. Hetta kann ávirka próvtølini, men tað ber til at gera nakað við hetta.

Á skeiðnum fara vit at hygga eftir katastrofutankum og ringum vanum – og bjóða hesum av. Skeiðið er fyri næmingar, lærlingar og lesandi á Glasi.

Spurningar og ivamál kunnu stílast til Rúnu Jakobsen, lestrarvegleiðara, á ruj@glasir.fo.