Á Glasi vilja vit, at næmingar og lærlingar skulu røkka málinum við útbúgvingini, og lestrar- og skilhaldsreglurnar eru til fyri at stuðla hesum. Vit raðfesta menning av læring og sosialum førleikum í einum dynamiskum og skapandi umhvørvi.
Lestrar- og skilhaldsreglurnar eru settar í gildi fyri at geva øllum næmingum, lærlingum og starvsfólki á Glasi góðar umstøður at virka undir, og fyri at tær skulu vera karmur um eitt gott læringsumhvørvi.
Dagførdu skilhaldsreglurnar kunnu lesast her. Lesandi á Glasi hava skyldu at kunna seg um hesar reglur.