Vit sóknast eftir skrivstovufólki at starvast á skrivstovuni á Glasi.
Ábyrgdarøki
Talan er um at loysa skrivstovuuppgávur innan miðnámsskúlaøkið og hægri útbúgvingar, millum annað:
– samskifti við næmingar og lærarar
– starvast í móttøkuni, sum partur av toyminum í fyrisitingini
– skráseta næmingar, umsita tímatalvur, høli v.m.
– samskipa og skráseta próvtøkur, próvtøl o.a.
– málsviðgerð
– leggja tilfar heimasíðu
– umsita teldupost
– aðrar fyrisitingarligar uppgávur
Førleikakrøv
– skrivstovuútbúgving
– góðan telduførleika
– góðan málsligan førleika
Vit ímynda okkum, at tú
– tolir eitt skiftandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum
– kunnleika til og royndir innan útbúgvingarumsiting
– hevur góð evni at samstarva og samskifta
– leggur dent á góða tænastu
– dugir at arbeiða sjálvstøðugt
– ert røkin og væl skipað/-ur
– ert áhugað/-ur í útbúgvingarviðurskiftum
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarstaður er Glasir.
Umsóknir
Umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@glasir.fo. Umsóknin skal vera skúlanum í hendi 22. august 2019.
Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Ainu L. Knudsen, fyrisitingarleiðara, teldupostur alk@glasir.fo.