Starvslýsing: SKRIVSTOVUFÓLK TIL GLASIR

5. juli 2021

Vit sóknast eftir dugnaligum skrivstovufólki at starvast við skúlafyrisiting á Glasi. Talan er um avloysarastarv í eitt ár fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi.

Arbeiðsuppgávurnar á skrivstovuni á Glasi eru fjølbroyttar, avbjóðandi og spennandi. Í tøttum samstarvi við onnur góð starvsfólk kemur tú at arbeiða við skúlafyrisiting á Føroya størsta útbúgvingarstovni og at loysa ymsar skrivstovuuppgávur innan miðnámsskúlaøkið og hægri útbúgvingar.

UPPGÁVUR OG FØRLEIKAR

Tínar arbeiðsuppgávur fevna m.a. um at:
•     samskifti við næmingar og lærarar
•     starvast í móttøkuni, sum partur av toyminum í fyrisitingini
•     umsita næmingar, flokkar, tímatalvur, høli v.m.
•     samskipa og skráseta eitt nú próvtøkur og próvtøl
•     leggja tilfar heimasíðu
•     journalisera tilfar
•     aðrar fyrisitingarligar uppgávur

Vit vænta, at tú ert skrivstovuútbúgvin, hevur hollar telduførleikar og góðar málsligar førleikar. Harumframt ímynda vit okkum, at tú:
•     hevur góð evni at samstarva og samskifta
•     leggur dent á góða tænastu
•     dugir at arbeiða sjálvstøðugt
•     ert røkin og væl skipað/-ur
•     ert áhugað/-ur í útbúgvingarviðurskiftum

LØN OG TREYTIR

Talan er um avloysarastarv frá 1. september 2021 til og við august 2022. Starvið er fulltíðarstarv og er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN

Tú kanst lesa um skúlan á www.glasir.fo. Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Høgna av Skarði, fyrisitingarleiðara á Glasi, á telefon 227468 ella skriva til has@glasir.fo.

UMSÓKNIR

Umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast í telduposti til has@glasir.fo í  seinasta lagi á miðnátt tann 19. juli 2021.

Á Glasi eru vit dagliga um 1500 næmingar, lærlingar og lesandi og um 250 starvsfólk. Vit bjóða út yvir 20 ymsar útbúgvingar. Starvið, vit nú lýsa leyst at søkja, er knýtt at fyrisitingini, sum hevur átta starvsfólk, sum sita saman við teimum seks starvsfólkunum á fíggjardeildini.