Týsdagin 29. november kl. 17:00 var alment tiltak í marghøllini og á bókasavninum á Glasi, har vinnarnir av stuttsøgukappingini vóru avdúkaðir og sjónleikur var framførdur.
Fyrst var ein leiklistaframførsla, har næmingar á b-stigi framførdu leikin Minnisloysi í marghøllini. Leikurin, byggir á tríggjar stuttsøgur úr stuttsøgusavninum Ikki í dag, ið er eitt savn av útvaldum stuttsøgum frá stuttsøgukappingini seinasta ár. Eisini er ein av nýggju søgunum í stuttsøgukappingini í ár við – ein leiklistanæmingur hevur skrivað hana, og heitið á leikinum er úr hesi søguni.
Vinnarar avdúkaðir
Kl. 17.30 var farið á bókasavnið har vinnararnir av stóru, árligu stuttsøgukappingini vóru avdúkaðir. Á skránni var upplestur, rithøvundavitjan og ein góður drekkamunnur.
Aftur hesa ferð var undirtøkan sera góð. 46 stuttsøgur komu inn, og dómsnevnd við lærarum og rithøvundum hevur lisið og mett um tær innkomnu søgurnar. Á tiltakinum avdúkaði Hans Pauli Tórgarð deildarleiðari fyri Mál og bókmentir vinnararnar og handaði teimum vinningarnar. Tað sjáldsama hendi í ár, at bara tveir vinnarar vóru, tí at sami persónur, Sølvi Næs Hoydal, fekk bæði fyrstu og aðru virðisløn. Vinnarasøgurnar vóru hegnisliga lisnar upp av rithøvundunum, ið báðir hava roynt seg í stuttsøgukappingini fyrr.
Vinnarar vóru sostatt:
1. pláss: Sølvi Næs Hoydal, við søguni: Igilin
Grundgeving frá dómsnevndini
“Stuttsøgan Igilin er er ein væl skrivað og hegnisliga samansett stuttsøga við løttum og realistiskum ungdómsmáli. Stuttsøgan er ein ungdómssøga, sum snýr seg um at tora at vera tann, man er. At vera autentiskur óansæð, hvat onnur halda. Høvuðspersónurin ilskast inn á ein “original,” sum kemur at fylgjast við vinarfylginum oman í býin, men sum frá líður fer frásøgufólkið at seta spurningar við sín egna “óoriginala” samleika.”
2. pláss: Sølvi Næs Hoydal við søguni: Novembernátt
Grundgeving frá dómsnevndini:
“Novembernátt er ein óhugnalig søgu, har høvundurin hevur fingið íblástur frá horror-sjangruni. Søgan skiftir ímillum tað marrukenda og veruliga, har høvundurin tekur viðkomandi evni so sum skuldarkenslu fram. Serliga skuldarkensluna hjá tí, sum situr eftir. Novembernátt er heilskapað og greið og fevnir einans um eina stutta hending eitt kvøld. Høvundurin skrivar livandi og næstan filmskent, soleiðis at lesarin sær alt tað óhugnaliga sum um hann hyggur at einum ræðufilmi.”
3. pláss: Fía Winther Poulsen við søguni: Vera
Grundgeving frá dómsnevndini:
“Stuttsøgan hevur ein ironiskan stíl og hon viðger eitt álvarsligt evni á ein originalan hátt. Málið í søguni er lætt, ungdómligt talumál, sum riggar væl til innihaldið í søguni. Persónarnir slamma heysar, nakka sjeikar og upptraðka á onlyfans. Ein ávísur útlongsul er eisini í søguni, har Føroyar gerast alt ov lítlar og høvuðspersónurin leingist eftir at fara til heimsins stórbýir, men ber tað til at renna undan sínum trupulleikum?”
Í dómsnevndini vóru Margreta Knudsen, Paula Gaard, Signa Joensen, Sámal Soll og Malan Poulsen
Leiklist og ritlist saman
Hetta er fyrstu ferð, at leiklist og stuttsøgukappingin samstarva, og tað eydnaðist stak væl, fleiri áskoðarir vóru, og stuttligt var at síggja brot úr útvaldu søgunum í nýggjum hami. Tað kann sostatt væl hugsast at okkurt samstarv verður í framtíðini. Lærari í leiklist, ið hevur staðið fyri samstarvinum og lagt næmingunum lag á, er Vár Berghamar Jacobsen
Stuttsøgukappingin er vorðin eitt afturvendandi tiltak, og hetta er sjeyndu ferð, at Glasir hevur skipað fyri kappingini. Fyrstu ferð var í 2017, og tá komu vinnarasøgurnar, umframt nakrar aðrar, út í savninum Kamparænarin og 15 aðrar søgur. Í september í fjør kom savnið Fjølmánar við 16 útvaldum stuttsøgum frá teimum trimum árunum frammanundan. Seinasta ár komu so nógvar góðar søgur inn, at grundarlag var fyri einum savni afturat, og í heyst varð so triðja stuttsøgusavnið: Ikki í dag við 17 útvaldum søgum, givið út.