31. oktober helt danin Henrik Kureer spennandi fyrilestur um globalisering á Glasi.
Fyrilesturin viðgjørdi, hvar hugtakið globalisering er í dag og kom inn á ójavna, tøkni, korona, Ukraina og miðeystur.
Henrik Kureer undirvísir í altjóða búskapi og samfelagsfrøði. Hann hevur skrivað í hópatali av læribókum um hesi evni.
Ójavni er sum nevnt eitt evni, sum Henrik Kureer viðger nógv. Hann helt á ferðini í Føroyum, at tað er áhugavert, at sokallaði gini-koeffisienturin – ið er eitt tal fyri, hvussu stórur ójavnin er í samfelagnum – er munandi lægri í Føroyum enn í Danmark.
Sambært Hagstovuni er hann á 21,0 í Føroyum, meðni hann í Danmark er á 27,7.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá fyrilestrinum á Glasi.



