Glasir søkir eftir einum audiologopedi at byrja hálva tíð frá 1. august ella eftir nærri avtalu.
Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1.500 lesandi og 250 starvsfólkum. Á Glasi ber til at taka yvir 30 ymsar útbúgvingar. Størsta talið av lesandi gongur á miðnámi og á yrkisnámi. Harafturat bjóðar Glasir eina røð av hægri og víðari útbúgvingum.
Starvsøki og ábyrgd
Sum audiologopedur á Glasi verður tín uppgáva saman við toyminum á Næmingatænastuni at hjálpa næmingum, lærlingum og lesandi, ið eru orðblind, lesi- og skriviveik at gjøgnumføra sína útbúgving. Í Næmingatænastuni kemur tú at samstarva við orðblindalærarar, lestrarvegleiðingina, sálarfrøðitænastuna og bókasavnið.
Endamálið við Næmingatænastuni á Glasi er at tryggja, at næmingar og lesandi fáa tann serfakliga stuðul, ta vegleiðing og hjálp, sum teimum tørvar fyri at útbúgvingartíðin á Glasi verður so góð og fakliga mennandi sum yvirhøvur gjørligt.
Umframt hetta skalt tú kunna standa fyri skeiðsvirksemi innan viðkomandi øki.
Førleikar
Kandidatútbúgving sum audiologopedur
Ynskiligt er eisini at umsøkjarin skal:
- Hava royndir og útbúgving innan orðblindaøkið
- Hava innlit og royndir innan serøki, samskiftisforrit og aðrar miðlar
- Kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvsevnir
- Vera partur av einum toymi og arbeiða tvørfakliga
- Hava hug at menna eitt spennandi námsfrøðiligt umhvørvi
- Kunna vitanardeila og menna lærarar skúlans innan økið
Um starvið
Audiologopedurin vísir til leiðaran fyri Næmingatanænastuna og kemur at virka í tøttum samstarvi við leiðaran
Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum og góðum starvsfeløgum, har vit leggja dent á trivnað og arbeiðsgleði.
Til tíðir er nógv at gera, men tað er møguligt at vera fleksibul, tá tað snýr seg um at skipa arbeiðstíðina.
Løn og treytir
Lønar- og setanartreytir verða eftir sáttmála ímillum avvarandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreist
Umsóknin skal saman við prógvum og CV vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 24. juni 2021. Umsóknin skal sendast til starv@glasir.fo
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Annie Fjallsá, leiðara fyri Næmingatænastuna á anf@glasir.fo ella á tel. 211825.