STARV Á GLASI: HÚSAVØRÐUR TIL FØROYA STØRSTA ÚTBÚVINGARSTOVN

8. februar 2022

Bygningsumsitingin á Glasi søkir húsavørð til fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber. Vit leita eftir einum húsavørði, sum hevur royndir og útbúgving sum handverkari. Fyrimunur kann verða, um umsøkjarin hevur royndir innan Maskin/HVS.

UPPGÁVUR

Uppgávurnar, sum húsavørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Viðkomandi skal m.a.:

  • hava umsjón við bygningunum
  • røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar
  • hava eftirlit við hita- og vatnskipanum
  • hava dagliga ábyrgd av tekniskum innleggingum
  • gera hølir klár í sambandi við undirvísing, próvtøkur og tiltøk

FØRLEIKAR

Umframt at duga at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við bæði starvsfólk og næmingar, skal tann, ið settur verður:

  • duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
  • vera fyrikomandi og hava gott handalag
  • hava útbúgving sum handverkari ella samsvarandi útbúgving
  • hava KT-førleikar á brúkarastigi

LØN OG TREYTIR

Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 1. mars 2022 ella skjótast til ber. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar handverkarafelag ella Starvsfelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Álv Jøkladal, tekniskan leiðara, á tlf. 568001 ella við telduposti til alj@glasir.fo.

UMSÓKN

Umsókn skal, saman við CV, avriti av prógvum, viðkomandi skjølum og møguligum viðmælum, sendast til alj@glasir.fo í seinasta lagi mikudagin 23. feb 2022.