Á Føroya størsta útbúgvingarstovni metta vit dagliga um 1750 næmingum, lærlingum og lesandi. Vit sóknast eftir einum dugnaligum og hugagóðum starvsfelaga til at passa kassarnar og gera ymiskt tænastuarbeiði í kantinuni. Er hetta nakað fyri teg?

UM STARVIÐ

Í køkinum á Glasi leggja vit okkum eftir at gera góðan, fjølbroyttan og burðardyggan mat á einum góðum og sunnum arbeiðsplássið. Hesa uppgávu skulu vit loysa við góðari og vinarligari tænastu, stoltleika í arbeiðinum og góðum samstarvi.

Saman við 10 óførum og góðum stavsfeløgum verða uppgávur tínar m.a. at tryggja, at sølu- og tænastuøkið riggar væl og er snotiligt, at vørur altíð eru til taks og at passa kassarnar. Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 07:15 til 14.30.

TÍNIR FØRLEIKAR

Vit leita eftir einum røskum og ábyrgdarfullum persóni, sum tímir og dugir at arbeiða við tænastu og einum fjølbroyttum gestaskarða. Við øðrum orðum leita vit meira eftir rætta persóninum enn persóninum við røttu pappírunum. Arbeiðsroyndir í tænastuvinnuni kunnu verða ein fyrimunur, men eru ikki eitt krav.

KUNNING

Starvsbyrjan er 8. august 2022. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag ella líknandi. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Hjaltalin, køksleiðara á Glasi, á tlf. 78 66 72 ella við at senda teldupost til alh@glasir.fo.

Umsókn skal sendast við telduposti til alh@glasir.fo í seinasta lagi mikudagin 22. juni 2022.