STARV Á GLASI: FÍGGJARFÓLK TIL GLASIR

11. juni 2021

250 starvsfólk. 1.500 næmingar og lesandi. 20.000 fermetrar. Yvir 20 ymsar útbúgvingar. Ellivu deildir. Okkum tørvar eitt fíggjarfólk, sum serliga kemur at arbeiða við starvsfólkaumsiting.

Fíggjardeildin á Glasi søkir eftir skrivstovu- og fíggjarfólki ið hevur áhuga fyri at arbeiða við starvsfólkaumsiting og dagligum rakstri. Tær yvirskipaðu uppgávurnar eru í stóran mun at ráðgeva deildarleiðarum og leiðslu í sambandi við starvssetanum, at avgreiða neyðug skjøl og setanarskriv og at tryggja rættar lønarútgjaldingar frá fyrsta degi.

 

Dagliga virksemið í starvinum fevnir m.a. um, at:

  • samskifta við leiðarar og starvsfólk innan starvsfólkaøki
  • skráseta virksemi hjá lærum í KT-skipanina hjá Glasir, ið lærarar hava atgongd til
  • skráseta broytingar í lønum og avgreiðá tímalønir v.m.
  • umsita og vegleiða starvsfólkum í Totalview
  • luttaka í tí fjølbroytni av uppgávum, ið deildin tekur sær av, herundir nakað av fíggjararbeiði, um hugur er til tess

 

Tað ein fyrimunur, um tú hevur innlit í- og royndir við KT-skipanum innan økið, og serliga lønarskipanini hjá landinum og Totalview. Ynskiligt er, at tú hevur hug og hegni at samskifta og samstarva við stóra og fjølbroytta starvsfólkahópin á Glasi. Útbúgvingarliga er tað eitt krav, at tú hevur skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving.

LØNAR OG SETANARVIÐURSKIFTI

Talan er um fulltíðarstarv frá 1. September 2021, ella sambært avtalu. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

UMSÓKN

Við avrit av prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til jai@glasir.fo. Umsóknin skal vera Glasi í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. Juni 2021.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Janus Isfeldt, fíggjar- og umsitingarstjóra, tlf. 210330, ella við at skriva til jai@glasir.fo.

Um fíggjardeildina og Glasir:

Á Glasi eru umleið 1.500 næmingar og her starvast 250 starvsfólk á 6 ymiskum deildum og umsetningurin er umleið 135 mió. Á fíggjardeildini starvast 5 fólk, hvørs høvuðsuppgáva er at taka sær av og ráðgeva innan starvsfólka- og fíggjarøkið.