Tøknideildin á Glasi tørvar ein lærara til timburøkið. Tú skalt, saman við hinum lærarunum, verða við til at undirvísa og at menna timburútbúgvingina og arbeiðið á timburøkinum.

Sum lærari á timburøkinum skalt tú verða fakliga væl fyri og duga væl at samstarva og deila vitan við hinar lærararnar. Eisini dugir tú at fáa næmingarnar at trívast.

FØRLEIKAR
Tann, ið verður settur sum lærari á timburøkinum, skal:
–   hava hug og hegni at arbeiða við ungdómi
–   kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva
–   duga at loysa trupuleikar, tá ið á stendur
–   trívast við broytingum og kunna skapa fylgiskap millum starvsfelagar
–   hava viðkomandi útbúgving og góðar KT førleikar

Sveinabræv er krav. Harumframt er ynskiligt, at umsøkjarin hevur viðkomandi starvsroyndir, góð evnir at skipa samstarv við ymiskar samfelagsbólkar og hollan og dagførdan kunnleika. Viðkomandi hægri útbúgving kann verða ein fyrimunur.

LØN OG TREYTIR
Setanarstaður er Glasir. Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 1. apríl 2020 ella skjótast til ber. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Steinfinn Várlíð Jacobsen, deildarleiðara, á stj@glasir.fo ella tlf. 56 80 30.

UMSÓKN
Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi mikudagin 18. mars 2020.