UNDIRVÍS Á GLASI: STØRV LEYS AT SØKJA

11. apríl 2018

Glasir er Føroya størsti undirvísingarstovnur, við 250 starvsfólkum og yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Í august flyta vit inn í nýggja bygningin í Marknagili. Skúlaárið 2018-19 er tørvur á undirvísarum í hesum lærugreinum:

1. Alisfrøði / 2. Evnafrøði / 3. Ítróttur / 4. Landafrøði / 5. Lívfrøði / 6. Stjørnufrøði / 7. Støddfrøði / 8. Enskt / 9. Føroyskt / 10. Spanskt / 11. Virkisbúskapur / 12. Altjóða búskapur / 13. Fornaldarfrøði / 14. Heimspeki / 15. Religión / 16. Sálarfrøði / 17. Samfelagsfrøði / 18. Søga / 19. Fotografi / 20. Miðlakunnleiki / 21. Leiklist / 22. Dekoratión

Størvini kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.

Førleikar

Sum umsøkjari skalt tú hava akademiskt kandidatsprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum ger teg føran fyri at undirvísa í einum ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi. Tað er ikki neyðugt at hava akademiska útbúgving hjá umsøkjarum til lærugreinina Dekoratión. Tú skalt hava góðar telduførleikar og duga at arbeiða við kunningartøkni.

Umsøkjarar

Vit sóknast eftir dugnaligum lærarum, sum kunnu kveikja áhugan hjá næmingunum at læra. Vit hugsa um undirvísaratoymið sum eina heild og fegnast um, um tú ríkar hetta toymið við øðrvísi royndum og útbúgvingarleiðum. Sum lærari á Glasi, hevur tú ein virknan lut í menningini av stovninum, fakunum og útbúgvingunum.

Tá mett verður um umsóknirnar verður hugt at:

–       formligum førleikum innan fakøki, námsfrøði og didaktik
–       persónligum førleikum
–       breiddini av undirvísingarførleikum
–       starvsroyndum
–       útbúgvingarbakgrund og -samanseting

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Soleiðis søkir tú

Umsóknir skulu skrivast í talgilda umsóknarskjalið á leinkjuni her. Hevur tú spurningar, ber til at seta teg í samband við ein deildarleiðara við at senda teldupost til deildarleidarar@glasir.fo.

Freistin at søkja er 30. apríl 2018.