UNDIRVÍS Á GLASI: STØRV LEYS AT SØKJA

2. apríl 2019

Glasir er Føroya størsti undirvísingarstovnur, við 250 starvsfólkum og yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Til skúlaárið 2019/2020 søkja vit nú – við fyrivarni fyri virksemi og játtan – eftir undirvísarum í hesum lærugreinum:

1.  Alisfrøði / 2. Altjóða búskapur / 3. Danskt / 4. Dekoratión / 5. El /
6. Enskt / 7. Evnafrøði / 8. Fornaldarfrøði / 9. Føroyskt / 10. Fotografi /
11. Hár / 12. Ítróttur / 13. Landafrøði / 14. Lívfrøði / 15. Miðlakunnleiki /
16. Religión / 17. Russiskt / 17. Sálarfrøði / 19. Samfelagsfrøði / 20. Søga /
21. Spanskt / 22. Stjørnufrøði / 23. Støddfrøði / 24. Virkisbúskapur

Størvini kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.

FØRLEIKAR
Sum umsøkjari skalt tú hava akademiskt kandidatsprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum ger teg føran fyri at undirvísa í einum ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi. Tað er ikki neyðugt at hava akademiska útbúgving hjá umsøkjarum til lærugreinarnar el, hár og dekoratión. Tú skalt eisini hava góðar telduførleikar og duga at arbeiða við kunningartøkni.

UMSØKJARAR
Vit sóknast eftir dugnaligum lærarum, sum kunnu kveikja áhugan hjá næmingunum at læra. Vit hugsa um undirvísaratoymið sum eina heild og ynskja, at tínir eginleikar og førleikar hugvekja og ríka samstarvið við starvsfelagarnar. Sum lærari á Glasi, hevur tú ein virknan lut í menningini av stovninum, fakunum og útbúgvingunum.

Tá mett verður um umsóknirnar verður hugt at:
–      formligum førleikum innan fakøki, námsfrøði og didaktik
–      persónligum eginleikum og førleikum
–      breiddini av undirvísingarførleikum
–      starvsroyndum
–      útbúgvingarbakgrund og -samanseting

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið. Tó eru størvini sum undirvísarar í lærugreinunum Hár og El lønt eftir sáttmála millum FTL og Fíggjarmálaráðið.

SOLEIÐIS SØKIR TÚ
Umsóknir skulu skrivast í talgilda umsóknarskjalið á starv.glasir.fo. Hevur tú spurningar ber til at seta teg í samband við ein deildarleiðara við at senda teldupost til deildarleidarar@glasir.fo.

Freistin at søkja er 26. apríl 2019.