STARVSLÝSING (BARSILSAVLOYSARI): FÍGGJARFÓLK TIL GLASIR

7. november 2019

Á GLASI ERU VIT UM 250 STARVSFÓLK. Á FÍGGJARTDEILDINI TØRVAR
OKKUM EITT FÍGGJARFÓLK, SUM Í BARSILSAVLOYSARASTARVI SERLIGA SKAL ARBEIÐA VIÐ STARVSFÓLKAUMSITING.

Frá 1. Januar 2020 og umleið 15 mánaðir fram tørvar okkum á fíggjardeildini á Glasi ein barsilsavloysara, ið kann arbeiða sum skrivstovu- og fíggjarfólk, og sum hevur áhuga fyri at arbeiða við starvsfólkaumsiting og dagligum rakstri. Tær yvirskipaðu uppgávurnar, sum tann, ið fer í barnsburðarfarloyvi røkir, eru í stóran mun at ráðgeva deildarleiðarum og leiðslu um starvsfólkaviðurskifti, at avgreiða ymisk starvsfólkaviðurskifti, taka sær av setanarskrivum og at tryggja rættar lønarútgjaldingar.

UM STARVIÐ

Dagliga virksemið í starvinum fevnir m.a. um at:
–      samskifta við leiðarar og starvsfólk innan starvsfólkaøki
–      skráseta virksemi hjá lærum í nýmentu KT-skipanina, ið lærarar hava atgongd til
–      skráseta broytingar í lønum og avgreiða tímalønir
–      umsita og vegleiða starvsfólkum í Totalview
–      luttaka í tí fjølbroytni av uppgávum, ið deildin tekur sær av, herundir nakað av fíggjararbeiði, um hugur er til tess

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur innlit í- og royndir við lønarskipanini hjá landinum og Totalview. Ynskiligt er, at tú hevur hug og hegni at samskifta og samstarva við stóra og fjølbroytta starvsfólkahópin á Glasi. Tað eitt krav, at tú ert skrivstovuútbúgvin ella hevur líknandi útbúgving.

LØNAR- OG SETANARVIÐURSKIFTI

Talan er um fulltíðarstarv, helst í 15 mánaðir, frá 1. januar 2020 til og við 31. mars 2021, ella sambært avtalu. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

UMSÓKN

Umsókn, við avriti av prógvum og viðkomandi skjølum, skal sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi sunnudagin 24. november 2019.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Janus Isfeldt, fíggjarleiðara, tlf. 210330, ella við at skriva til jai@glasir.fo.

________________________________________________________________________________________
Á Glasi eru umleið 1.500 næmingar og her starvast 250 starvsfólk á 6 ymiskum deildum. Á fíggjardeildini starvast 5 fólk, hvørs høvuðsuppgáva er at taka sær av og ráðgeva innan starvsfólka- og fíggjarøkið.