Starvslýsing: FULLTRÚI TIL FÍGGJARDEILDINA

3. oktober 2018

Glasir søkir eftir fíggjarfulltrúa til figgjardeildina. Talan er um fast fulltíðarstarv.

UPPGÁVUR:
·      Lønarumsiting
·      Ráðgeving í sáttmálaviðurskiftum og setanum
·      Leggja fíggjarætlanir saman við fíggjarleiðaranum
·      Gera framrokningar av lønarútreiðslum
·      Taka lut í øðrum arbeiði á fíggjardeildini

VIT VÆNTA, AT TÚ HEVUR:
·      Hægri útbúgving innan búskap og fíggjarstýring
·      Góðan kunnleika til Búskaparskipan Landins, herundir lønarskipanina
·      Kunnleika til sáttmálaviðurskiftir
·      Góðan telduførleika og hollar royndir við forritinum Excel
·      Góðan málsligan førleika
·      Samstarvsevnir, evni at arbeiða sjálvstøðugt og tillaga teg til broytingar

UM GLASIR
Vit í einari broytingartilgongd, har vit byggja upp ein nýggjan stovn, sum júst er fluttur í nýggja bygningin í Marknagili. Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við uml. 250 starvsfólkum og yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi. Á Glasi bjóða vit yrkisútbúgvingar, gymnasialar útbúgvingar, hægri útbúgvingar og skeið av ymsum slagi. Sum fíggjarfulltrúi fært tú, saman við dugnaligum starvsfeløgum, ein týðandi leiklut í, at skipa arbeiðið á fíggjardeildini og at stýra samlaðu játtanini á Glasi.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Peter A. E. Djurhuus, fíggjarleiðara á Glasi, á tlf. 568057 ella skriva til ped@glasir.foum fleiri upplýsingar. Umsókn við avritum prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal í seinasta lagi 19. oktober 2018 kl. 12:00 sendast í telduposti til starv@glasir.foella til:

Glasir
Postrúm 218
Janusargøta 3
FO-110  Tórshavn