Bygningsumsitingin á Glasi søkir húsavørð til fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Vit leita eftir einum húsavørði, sum hevur útbúgving og royndir sum elektrikari, ella samsvarandi útbúgving. Framhaldandi útbúgving sum el- innstalatør, maskinmeistari ella líknandi útbúgving kann verða ein fyrimunur.
UPPGÁVUR
Uppgávurnar, sum húsavørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Viðkomandi skal m.a.:
– duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
– hava umsjón og røkt av bygningunum
– røkja økini uttan um bygningarnar
– hava eftirlit við hita-, vatn- og elskipanum
– hava dagligu ábyrgdina av tøkniligu innleggingum
– gera hølir klár í sambandi við undirvísing, próvtøkur og onnur tiltøk
FØRLEIKAR
Tann, ið verður settur sum húsavørður skal:
– kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva
– duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
– vera fyrikomandi og hava gott handalag
– trívast við broytingum og kunna samstarva við onnur starvsfólk og næmingar
– hava útbúgving sum elektrikari ella samsvarandi útbúgving.
– hava KT-førleikar á brúkarastigi
LØN OG TREYTIR
Setanarstaður er Glasir. Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 1. august 2018 ella skjótast til ber. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar handverkarafelag ella Starvsmannafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Egon Øregaard, tekniskan leiðara, á ego@glasir.fo.
UMSÓKN
Umsókn við CV, avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til ego@glasir.fo í seinasta lagi mikudagin 12. juni 2018