Vit søkja eftir kokki til køkin á Glasi.
1.500 lesandi og 250 starvsfólk hava sína dagligu gongd á Føroya størsta útbúgvingarstovni. ‘Matur liggur undir manningini’, sigur orðatakið, og nógv veldst um matin vit borðreiða og um huglagið, andan og flogið rundanum tað, at savnast um mat. Her kemur tú inn í myndina.
FØRLEIKAR
Vit vænta, at tú umframt at vera útlærdur kokkur, er arbeiðssamur/arbeiðssom, álítandi, smílandi, hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Best er, um tú hevur royndir í kantinu, men hetta er ikki ein treyt.
LØN OG TREYTIR
Starvsbyrjan skal helst vera mánadagin 16. mars 2020, men um neyðugt er, kunnu vit bíða eftir rætta viðkomandi.
Starvstíðin er umleið 8 tímar dagliga í dagtímunum. Tú vísir til Allan Hjaltalin, køksleiðara. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið ella avvarandi fakfelag.
UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Hjaltalin, køksleiðara á Glasi, á tlf. 78 66 72 ella við telduposti til alh@glasir.fo.
Umsókn við prógvið og/ella viðmæli skal í seinasta lagi 13. februar 2020 sendast í telduposti til alh@glasir.fo.