Ert tú kokkur, ynskir at arbeiða í dagtímunum, hava frí, tá skúlarnir hava frí og fáa løn eftir Starvsfelagssáttmála? Hetta stendur tær í boði, um tú søkir starv sum kokkur í heita køkinum á Glasi.

1.500 lesandi og 250 starvsfólk hava sína dagligu gongd á Føroya størsta útbúgvingarstovni. ‘Matur liggur undir manningini’, sigur orðatakið, og nógv veldst um matin vit borðreiða og um huglagið, andan og flogið rundanum tað, at savnast um mat. Her kemur tú inn í myndina.

FØRLEIKAR

Vit vænta, at tú umframt at vera útlærdur kokkur, er arbeiðssom/arbeiðssamur, álítandi, smílandi, hevur góð evni at samstara og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Best er, um tú hevur royndir í kantinu, men hetta er ikki ein treyt.

Vit bjóða tær eitt áhugavert starv í lívligum umhvørvið við góðum starvsfelagum – eitt starv har tú, við ábyrgd fyri heita køkinum, verður við til at menna kantinuna á Glasi enn meira.

LØN OG TREYTIR

Starvsbyrjan er mánadagin 6. septembur 2021. Tó kunnu vit, um neyðugt er, bíða eftir rætta viðkomandi.

Starvstíðin er umleið 8 tímar dagliga í dagtímunum. Tú vísir til Allan Hjaltalin, køksleiðara. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært flokki 4 í sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er sett til brøk 0,95.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Hjaltalin, køksleiðara á Glasi, á tlf. 78 66 72 ella skriva til alh@glasir.fo.

Umsókn við prógvið og/ella viðmæli skal í seinasta lagi 18. juli 2021 sendast í telduposti til alh@glasir.fo.